Fótbóltur

Atletico Madrid fekk ein frálíkan sigur á Juventus og Ronaldo

VAR spældi ein leiklut, men heimaliðið vísti vilja og treiskni á Wanda Metropolitano. Juventus hevur nú eina risa uppgávu frammanfyri sær.

Diego Godin eftir 2-0 málið(Mynd: EPA)

Diego Godin eftir 2-0 málið(Mynd: EPA)

2019-02-20 22:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu áttandapartsfinalurnar vóru leiktar í kvøld, og sum væntað var tað ein tættur og inntensur dystur á Wanda Metropolitano í kvøld, har Juventus var á vitjan hjá Atletico. Liðini eru kend fyri at vera ógvuliga vælskipaði og venjararnir taktiskt væl fyri. Hetta sást eisini í kvøld, har leikararnir á liðnum sum vant góvu seg fult út. At enda var tað heimaliðið, ið fekk úrtøku av stríðnum; Simeone gjørdi nakrar skilagóðar útskiftingar, Atletico-liðið arbeiddi gróthart, lótu seg ikki ávirka av VAR, og áskoðarnir vóru frálíkir. 

Í fyrra hálvleiki vóru ikki nógvir møguleikar. Griezmann hevði eitt vandamikið beinleiðis fríspark fyri heimaliðið, og Ronaldo hevði eina líknandi fína roynd fyri Juventus, ið var nakað omaná fyri steðgin. Annars var ikki nógv at síggja til Ronaldo, nú hann kom aftur til spanska høvuðsstaðin, har hann hevði heimstað í tíggju ár.

Tvær VAR støður vóru. Ein tók brotsspark frá Atletico og hin eitt mál. Í fyrru støðuni, sum var í fyrra hálvleiki, varð Diego Costa hildin av DeSciglio, men eftir at dómarin fyrst hevði peikað á blettin, so fekk hann at vita, at brotsgerðin var framd beint uttanfyri brotsteigin. Har var eingin ivi, men í 2. hálvleiki noyddist dómarin sjálvur út at hyggja. Tað var eftir, at innskifti Alvaro Morata fekk stútað bóltin í málið, men eftir eina tíð metti dómarin, at hann hevði skumpað Chiellini so mikið, at tað skuldi dømast fríspark.

Men Atletico Madrid fekk skorað tvey mál, ið taldu, og tað vóru verjuleikararnir úr Uruguay, ið syrgdu fyri teimum eftir deyðbóltsstøður. Fyrst var tað Jose Maria Gimenez, ið smekkaði til eftir at ein bóltur datt niður til hann eftir eitt hornaspark, og fimm minuttir seinni var tað liðformaðurin Godin, ið umvegis lærið hjá Ronaldo legði Atletico á odda 2-0. Heimaliðið var eisini meira ágrýtið og vandamikið í 2- hálvleiki, hóast Juventus hevði bóltin væl meira.

Úrslitið hevur við sær, at Atletico hevur eitt frálíkt útgangspunkt undan dystinum í Torino. Juventus fekk einki útivallarmál, og skal koma ígjøgnum haldgóða múrin hjá Simone. Skorar Atletico eina ferð í Torino, er tað so gott sum avgjørt.

Í Týsklandi var drama, tá Manchester City við tíggju monnum vendi 1-2 til 3-2 móti Schalke. 


Atletico Madrid - Juventus 2-0 (0-0)
1-0 78.min Jose Maria Gimenez 
2-0 83.min Diego Godin

Schalke 04 - Manchester City 2-3 (2-1)
0-1 Sergio Aguero
1-1 Nabil Bentaleb (br.)
1-2 Nabil Bentaleb (br.)
2-2 Leroy Sané 
2-3 Raheem Sterling

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder