Fótbóltur

Føroyar í bólki saman við Noregi

Føroyska kvinnulandsliðið fekk eitt fínt lutakast til EM-undankappingina.

Seinastu undankapping vóru Føroyar í bólki saman við Týsklandi - hesaferð er tað Norra, ið er ristin. Noregi og Týskland eru einastu londini, ið hava vunnið EM meira enn eina ferð(Mynd: Sverri Egholm)

Seinastu undankapping vóru Føroyar í bólki saman við Týsklandi - hesaferð er tað Norra, ið er ristin. Noregi og Týskland eru einastu londini, ið hava vunnið EM meira enn eina ferð(Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-21 13:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til EM undankappingina hjá kvinnum var fyri lítlari løtu síðani í Nyon í Sveis. 48 lond vóru í pottinum, har Føroyar vóru eitt av teimum. 

Føroyar endaðu í bólki saman við fýra øðrum londum. Lutakastið var gott á tann hátt, at ferðingin verður stutt til allar útidystirnar uttan ein. Eisini var lutakastið ítrottarliga spennandi. Føroyar skulu upp ímóti Norra, ið hevur vunnið EM tvær ferðir. Norra var liðið úr hægsta styrkisbólki. Tvey av londunum úr Stórbretlandi komu eisini úr pottinum, har Norður Írland er liðið, ið Føroyar hava best møguleika ímóti.

Fyrstu dystirnir verða leiktir í heyst. Skráin kemur uppá pláss seinni. 

Bólkur C:
Norra
Wales
Hvítarussland
Norður Írland
Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder