Hondbóltur

BSV og Jóhan halda fram

Jóhan á Plógv skoraði sjey mál í gjárkvøldið, tá Bjerringbro-Silkeborg aftur sigraði í fremstu donsku deildini.

Jóhan á Plógv er í hopla fyri tíðina(Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv er í hopla fyri tíðina(Mynd: EPA)

2019-02-21 20:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM-endaspælið tykist at hava lyft Jóhan á Plógv Hansen upp á eitt uppaftur hægri støði. 24-ára gamli høgri vongurin hevur í teimum fýra dystunum eftir HM-gullið spælt fýra dystir fyri BSV og skorað 31 mál. Harvið liggur føroyingurin á beint undir átta málum í miðal.

Bjerringbro-Silkeborg tók í gjárkvøldið ímóti Lemvig, ið er eitt av liðunum í botninum. Í hálvleikinum var javnleikur 15-15, men beinanvegin í 2. hálvleiki kom heimaliðið á odda við trimum málum, og Jóhan og co. øktu sum hálvleikurin leið. Landsliðsleikarin Nicolaj Øris gjørdist toppskjútti hjá BSV. Høgri bakkurin við stóra skegginum skoraði níggju mál.

Heimaliðið vann dystin 33-27. Liðið er á 4. plássi við 29 stigum, og hevur tryggjað sær pláss í endaspælinum. Jóhan og liðfelagirnir spæla truplan útidyst í Champions League knock-out umfarinum leygardagin. Tað er í Póllandi ímóti Wisla Plock.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder