Føroyingur á Champions League-vikuliðnum

EHF hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu sum besta spælskipara í 12. umfari í bólkaspælinum eftir avrikið móti Eurofarm Pelister.

Átta mál, átta upplegg og besti spælskipari í sterkastu evropeisku kappingini - góð vika hjá nummar 71 (Mynd: Sverri Egholm)

Átta mál, átta upplegg og besti spælskipari í sterkastu evropeisku kappingini - góð vika hjá nummar 71 (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-23 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

THW Kiel vann í gjárkvøldið 29-23 á norðurmakedónska Eurofarm Pelister, og tað var við Elias Ellefsen á Skipagøtu sum toppskjútta, at Kiel legði seg á odda aftur í bólkinum.

21-ára gamli hoyvíkingurin skipaði spælinum hjá týska liðnum allan fyrra hálvleik, tá heimaliðið skoraði 19 mál. Haravð gjørdi 21-ára gamlo hoyvíkingurin sjálvur seks mál - harav fleiri heilt flott og heil sjálvur - og legði upp til seks onnur. Elias kom inn aftur á vøllin nakað inn í 2. hálvleik og gjørdi mun. Samanlagt rakt hann 8 og 8 (mál og upplegg)

Sí eisini: 
Elias gjørdi bart móti norðurmakedónum
Video: Elias-framsýning í Kiel

Hæddarpunkt frá dystinum, har fýra av málum Eliasar eru við 

Avrikið hjá nummar 71 móti norðurmakedónska liðnum hevur fingið EHF at sett Elias á Skipagøtu á vikuliðið sum besta spælskipara, og er hetta ein flottur heiður hjá føroyingunum.

Har er føroysi landsliðsspælarin saman við millum annað Andreas Palicka og Kamil Syprzak úr PSG - málverja og strikuspælara - og íslendinginum Ómar Inga Magnussón úr Magdeburg. 

Videobrotið, har liðið verður avdúkað við stuttum brotum, kann síggjast á Facebook-síðuni "EHF Champions League".

Sí eisini: Spennandi landsliðsmánaðir fyri framman

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder