Hondbóltur

Pætur Mikkjalsson: Menn eru øgiliga svangir

- Tað hevur nógv at siga, at tað er ein grannauppgerð, sigur Neista-leikari, ið væntar, at verjurnar koma at avgera hvør fer avstað við gullinum..

Pætur Mikjalsson og Neistin skulu stríðast við Kyndil í finaluni leygardagin(Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Mikjalsson og Neistin skulu stríðast við Kyndil í finaluni leygardagin(Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-22 07:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 Leygardagin verður stóra Havnarfinalan, tá Kyndil og Neistin skulu stríðst um steypið hjá monnum. Strikuspælarin hjá Neistanum, Pætur Mikkjalsson, sigur at teir fokusera uppá sítt vanliga spæl til finaluna:

- Vit fyrireika okkum til hendan dystin, akkurát líka sum vit fyrireika okkum til allar aðrar dystir. Til venjing venja vit tað spælið, sum vit eru kendir fyri, og sum hevur borið okkum í finaluna.

Verjuspæl og hart spæla ferð sambært Pæturi at seta sín dám á:

- Hetta er stuttligasti dysturin í árinum, og bæði liðini kempa eyka nógv fyri at fáa gull. Eg vænti, at dysturin kemur at vera ógvuliga tættur. Tað verða verjurnar, sum koma at avgera hvør fer avstað við gullinum. Eg vænti ein øgiliga hart spældan dyst.

Neistin sat á steypakappingini frá 2009 til 2012. Síðani hava teir bláu úr Havn tapt tvær finalur (2015 og 2016). Nú er Neistin annað árið á rað heilt frammi í oddinum í landskappingini. Pætur og hinir eru ógvuliga svangir eftir gullið og til reiðar at striðast fult út fyri tí:

- Eg var sjálvur í H71 frá 2009-2012, so hatta tíðarskeiði var eg ikki so áhugaður í Neistanum. Vit lógu nevnliga í oddinum í fjør, men endaðu við at missa bæði FM og steypagull, so menn eru øgiliga svangir. Vit ætla sjálvandi at arbeiða fyri einum sigri og kempa til seinasta bríksl. Vónandi koma nógv fólk og stuðla sínum liði og annars at njóta ein góðan hondbóltsdyst.

21-ára gamli Pætur Mikkjalsson var við á søguliga U21-landsliðnum í 2017. Nú er hann til reiðar at stríðast ímóti grannunum, og talan er um nakað annað enn ein “vanligan” dyst:

- At tað er ein grannauppgerð hevur nógv at siga. Bæði liðini hava heimavøll og vilja ikki skuffa sínar áskoðarar. At spæla móti Kyndli er altíð stuttligt og vit hava spælt ógvuliga javnar dystir gjøgnum kappingarárið. At vit møtast í steypafinaluni ger tað bara stuttligari, har samlast nógv fólk og tað gevur ein ógvuliga góðan stemning. Steypafinalan hevur tað eyðkenda gula gólvið, sum eingin annar dystur hevur. Vind eller forsvind - tað er tað sum motiverar.

Fyrsta bríksl í grannafinaluni verður klokkan 16.00 leygardagin.

Hjalti Mohr Jacobsen: Eru so motiveraðir sum vit kunnu blíva

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder