Hondbóltur

Fýra skandinavar í uppskoti til heimsins besta leikara hjá monnum

Mikkel Hansen og Rasmus Lauge eru ímillum teir, sum eru í uppskoti. Her eru tey tíggju tilnevndu hjá monnum og kvinnum.

Mikkel Hansen er ikki óvæntað tilnenvdur til heiðurin sum heimsins besti leikari(Mynd: EPA)

Mikkel Hansen er ikki óvæntað tilnenvdur til heiðurin sum heimsins besti leikari(Mynd: EPA)

2019-02-22 09:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í desember var EM hjá kvinnum hildið í Fraklandi, og í januar var HM hjá monnum í Danmark og Týsklandi. Ávíkavist Frakland og Danmark gjørdist meistarar, og nú skulu bestu leikarar í heiminum velja.

Tað er IHF, altjóða hondbóltssamgongan, ið stendur fyri atkvøuðgreiðsluni, og til ber at atkvøða á heimasíðu teirra. Ikki óvæntað eru leikarar, ið høvdu stór endaspæl á listunum: 

Menn: Sander Sagosen (Norra), Jim Gottfridsson (Svøríki), Vincent Gerard (Frakland), Mikkel Hansen (Danmark) og Rasmus Lauge (Danmark) 

Kvinder: Anna Vyakhireva (Russland), Cristina Neagu (Rumenia), Amandine Leynaud (Frakland), Stine Oftedal (Norra), Estelle Nze Minko (Frakland)

Danirnir Mikkel Hansen og Rasmus Lauge vóru framúr í HM, og bakspælararnir hava báðir góðan møguleika at vinna heitið. Mikkel Hansen varð valdur til besta leikara í heiminum í 2011 og 2015. Í fjør vann Sander Sagosen heitið, men tá var tað síðan Planet Handball, ið stóð fyri tí. 

Hja kvinnum hevur Cristina Neagu seinastu tvey árini vunnið tað. Tvær av heimasmeistarunum eru í uppskoti, og skandinavisk umboðan er í Stine Oftedal. Vyakhireva varð kosin til MVP, besta leikara, í EM-endaspælinum. Hendan heiðurin vann Mikkel til HM hjá monnum ein stóran mánað seinni.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder