Hondbóltur

Hesaferð koppaði Kyndil vestmannakvinnum

Við sannførandi avrikið er Kyndil aftur steypavinnari - hetta er fjórði ferð, at Kyndilskvinnur kunnu lyfta steypið.

2019-02-23 15:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kyndil vann fyri lítlari løtu síðani greitt á VÍF í Faxe Kondi finaluni hjá kvinnum. 

Tað var á nógvan hátt ein skinklut byrjan í Stórhøllini, tá Kyndil og VÍF spældu steypafinalu hjá kvinnum. Fyrst riggaði klokkan ikki, sum hon skuldi, og tí varð fyrsta bríksl forsinkað sjey minuttir. Eftir eina lítla løtu var galið við nøkrum lýsingum á gólvinum, og neyðugt var at taka tær vekk. Tað tyktist eisini heldur hált, og leikarar hjálptu at turka gólvið.

Les eisini:

Spælarar vaska gólv
Helst hevur væta sníkt seg undir lýsingarnar

Vestmannakvinnur høvdu, eins og gólvið og klokkan, trupulleikar í byrjanini. Nógvar tekniskar villur, brendir møguleikar ogogvuliga ivasamt verjuspæl. Jovana í Kyndils-málinum hevði nógvar bjarginar, og í 8. minutti tók Ingi Olsen time-out, tá støðan var 5-1. VÍF kom betri við; eina løtu var 6-4, men so trekti Kyndil frá aftur. Tær í grønum spældi við ferð og góðsku, og vóru tryggar tá tær komu til skot. Feilirnir hjá VÍF vóru aftur týðiligir ímóti endnaum av hálvleikinum, og Kyndil megnaði at skapa eina stóra leiðslu áðrenn steðgin. Eftir ein frálíkan 1. hálvleik var Kyndil á odda 17-9

Steypavinnararnir frá í fjør skuldu harvið innheinta átta mál, og tíggju minuttir inn í 2. hálvleik var 18-14. Harvið høvdu vestmannakvinnur minkað munin niður í helvt. VÍF kom betri út, hevði meira ferð á álopsspælinum og tað var meira neyvleiki hjá teimum í gulum og bláum. Verjan stóð betri eina løtu, Viviann fekk fatur á nøkrum skotum og Kyndil steðgaði upp. Eina løtu var munurin 19-16, men tær í grønum reisti seg aftur og hildu VÍF burtur. Tað var framvegis inntenst, og VÍF royndi ymiskt ting, sum at spæla 7 ímóti 6 og mansverja Súnu K. Hansen. Durita Jojic spældi eisini sera væl, men samanlagt var Kyndil bara betri á degnum.

Sum minutirnir gingu gjørdist tað alsamt meira greitt, at Kyndil fór at vinna steypið. Áskoðarnir vóru væl við, leikararnir útstrálaðu sjálvsálit og tað var ein fult uppiborin sigur. VÍF kom ongantíð tættari, og noyðist at avgeva steypið til Kyndil.

Hetta var triðja árið á rað, at Kyndil var í finaluni. Í 2017 vann liðið grannauppgerðina á Neistanum, í fjør eyndaðist ikki nógv, tá VÍF vann, men Kyndil vísti styrki í dag, og leikætlanin hjá Martini Lellek og Bárði Johannesen eydnaðist sera væl. Sebiski málverjin Jovana Stranjanac spældi ein frálíkan dyst, og tað sigur nógv um liðavriki at tríggir toppskjútti vóru við seks málum, og ein skoraði fimm mál. VÍF skal nú fokusera uppá at royna at vinna FM, meðan Kyndil kann byggja uppá vælleiktu finaluna í dag. 

Kyndil - VÍF 31-24 (17-9)

Kyndil: Jovana Stranjanac, Ásleyg Sùnadóttir, Súna K. Hansen, Bára K. Hansen, Marianna G. Eystberg, Turið Arge Samuelsen, Birita Mortansdóttir

Toppskjúttar: Bára K. Hansen, Marianna G. Eystberg og Turið Arge 6 mál

VÍF: Viviann Petersen, Heidi Maria Akselsen, Durita C. Jojic, Agnas Olsen, Liljan Djurhuus, Daniella Joensen, Kathe Frederiksen

Toppskjútti: Duritia C. Jojic 9 mál

Her eru allir málskjúttarnir í dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder