Hondbóltur

Steypavinnarar 2019

Stóra finaluvikuskiftið í hondbólti er farið um bak. 12 finalur vórðu spældar í Stórhøllini á Hálsi, og tað var Neistin, ið vann flest gull.

Mennirnir hjá Neistanum byrjaðu sera góða vikuskifti hjá felagnum við eitt-máls sigri á Kyndli(Mynd: Jens Kr. Vang)

Mennirnir hjá Neistanum byrjaðu sera góða vikuskifti hjá felagnum við eitt-máls sigri á Kyndli(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-25 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra finalur leygardagin og átta í gjár; Samanlagt vann Neistin tær flestu. Bláa liðið úr Havn byrjaði við at vinna dramatisku mansfinaluna á grannunum úr Kyndli. Tey elstu ungdómsliðini hjá Neistanum fylgdu upp leygarkvøldið, og í gjár vann felagið tvær finalur.

Tað var bert í einari finalu, har Neistin luttók, at tað ikki gjørdist talan um gull. Tað var í Gentur 16, har H71 vann eftir sera spennandi finalu. H71 vann eisini finaluna í Dreingir 16 eftir longda leiktíð. Tilsamans vann felagið í Hoyvík fýra finalur. 

Kyvdil vann sannførandi kvinnufinaluna á VÍF, og eisini í Gentur 12 vunnu tær í grønum á teimum í gulum og bláum. VÍF fekk tó eitt steypagull; tað var í Gentur 10. 

Finalurnar í Faxe Kondi kappingini 2019:

G10: VÍF – H71 9-6

D10: Neistin – H71 12-10

 

G12: VÍF - Kyndil 5-10

D12: Kyndil - H71 16-17

 

G14: H71 - Neistin 12-25

D14: VÍF - H71 19-28

 

G16: H71 - Neistin 28-29 (eftir longda leiktíð)

D16: H71 - StÍF 31-36 (eftir longda leiktíð)

 

G18: Kyndil - Neistin 18-24 

D18: Neistin – StÍF, 34-26

Kvinnur: VÍF - Kyndil 24-31

Myndir frá dystinum
Myndir eftir dystin

Menn: Neistin – Kyndil 23-22

Myndir frá dystinum
Myndir eftir dystin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder