Trý pláss eru eftir til EM-endaspælið í Týsklandi í summar. Tey skulu partvíst finnast útfrá úrslitum í Nations League 2022 og millum lið, sum ikki spældu seg til EM gjøgnum undankappingina í fjør.
Talan er um eina nýggja og heldur øðrvísi skipan, men tað er so, at fýra lond frá hvørjari deild/leið spældu hálvfinalur í gjár, og finalurnar um EM-plássini verða týskvøldið.
Ísland verður í einum av teimum play-off finalunum. Av Norðanlondunum er bert Danmark við til EM, meðan øll hini hava útspælt sín leiklut; fyrittan íslendingar sum framvegis ein møguleika. Hetta er greitt eftir hálvfinaluna móti Ísrael.
Eran Zahavi, ið skoraði hattrikk móti Føroyum í 2021, legði Ísrael á odda beinanvegin, men stutt fyri hálvleik skoraði Ísland tvær ferðir. Ísraelar kunnu eisini takka sær sjálvum fyri tapið: Roy Revivo fekk beinleiðis reytt kort í 73.. minutti, og tíggju minuttir fyri leiklok brendi Eran Zahavi brotsspark, so at tað ikki varð 2-2
Ístaðin tók Ísland av: Næstu seks minuttirnar skoraði Albert Gudmundsson tvær ferðir, og so var 4-1. Hann gjørdi hattrikk og legði upp til hitti málið. Gudmundsson hevur verið í brennideplinum seinasta árið: Fyrst varð Genoa-spælarin ákærdur fyri kynslilga misnýtslu - neyðtøku - og útihýstur frá landsliðnum. Nú hann var aftur og gjørdi hattrikk, loyvdi KSÍ ikki fjølmiðlum at tosa við hann vegna serstøku støðuna. Álopskendi spælarin hevur eisini vakt ans við sínum avrikum í Serie A, og millum annað Tottenham sigst vera eftir honum.
Ukraina vann hina hálvfinaluna fyri (2-1 á Bosnia & Hersegovina), og tað merkir, at Ísland er í serstakari støðu: Eisini har stendur liðið at hava útivøll, men vegna krígsstøðu spælir heldur ikki Ukraina veruliga á heimavølli í løtuni. Í gjár spældi Ísland í fyri heilt fáum fólkum í Budapest, og týskvøldið verður Ukraina - Ísland í Wroclaw í Póllandi. Har skal Ísland royna at koma til EM fyri aðru ferð í søguni.
Hálvfinalurnar og finalurnar í EM-play-off:
Finalurnar eru á skránni týsdagin (Mynd: Wikipedia)
Finnland tapti greitt í Wales, har avgerandi dysturin verður spældur týsdagin. Pólland var í bólki við Føroyum í EM-undankappingini í fjør (Mynd: Wikipedia)
Grikkaland lat ongan iva vera um vinnaran, og Georgia er ein sigur frá søguligum endaspælsplássi. Hetta er greitt eftir sigur á Luksemborg: Tað kundi verið Føroyar, ið høvdu hetta pláss: Man endaði beint aftanfyri Luksemborg í Nations League-bólkinum og spældi tveir tættar dystir móti teimum (Mynd: Wikipedia)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald