Fótbóltur

Andrias: - Fái nú víst hvat eg kann

Fleiri skandinavisk feløg vrakaðu meg síðsta summar, men eg havi fingið álit á landsliðnum og royni at vísa og nýta mínar dygdir, sigur 23-ára gamli miðvejrin eftir enn eitt sannførandi avrik.

Andrias Edmundsson vinnur nærdyst í Noreg í november. Í gjár spældi høgi toftamaðurin sín fimta dyst á rað í føroysku miðverjuni, og vísti hann seg væl fram. Andrias spælir til dagliga í pólskum fótbólti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Andrias Edmundsson vinnur nærdyst í Noreg í november. Í gjár spældi høgi toftamaðurin sín fimta dyst á rað í føroysku miðverjuni, og vísti hann seg væl fram. Andrias spælir til dagliga í pólskum fótbólti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-27 08:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Haldi avgjørt at eg fái víst í kvøld, hvat eg kann. Fekk bæði víst meg væl fram - millum annað við bóltinum - men eisini sæð hvat eg kann gera uppaftur betri. Onkutíð tá nógvar renningar koma rundanum meg, so skal eg vera eitt lítið sindur skjótari á fótunum.

Hann er erligur - torir bæði at seta orð á sínar dygdir, sum komu til sjóndar aftur í gjár, og at vera sjálvsatfinningarsamur og vísa á hvat arbeiðast skal við.

Les eisini: Mangla marginalarnar og nakað av skeprni

Andrias Edmundsson er 23-ára gamal og hevur seinastu mongu árini spælt fótbólt uttanlands. Fyrst í Sunderland á hægsta ungdómsstigi í Ongland, síðani vaksnamannafótbólti í Águilas, ið er í lægru sponsku deildunum, og nú í triðbestu pólsku deildini.

Har roynir siðiligi toftamaðurin at menna seg og flyta upp við MKS Chojniczanka Chojnice. Tað er framvegis møguleiki fyri tí, nú níggju umfør resta í. Talan er um eitt lið við yrkisspælarum, góðum umstøðum og høgum ætlanum. Andrias ætlar eisini at spæla á hægri stigi skjótt, og landsliðið er ein góður sýnisgluggi til tess. Tað er tó eitt hart stríð í yrkisfóbólti, viðurkennir føroyski miðverjin í viðtalu við Brøndby Stadion.

- Eg veit, at tað er ikki bara, bara at flyta seg hægri uppeftir. Eg bjóðaði meg fram hjá fleiri feløgum í summar, men eingin vildi hava meg tá, og man varð vrakaður ofta. Síðani havi eg tó víst meg fram, og so fáa vit at síggja.

[object Object]
Nummar 14 hjá Føroyum var helst tann besti hjá Føroyum. Andrias Edmundsson, ið her bakkar liðformannin Viljorm Davidsen upp, vann nógvar nærdystir og sá út til at trívast móti dønum (Mynd: EPA)

[object Object]Eins og eldri beiggin, Jóan Símun Edmundsson, fór Andrias tíðliga til Onglands at royna seg og hevur hann valt eina yrkisleið uttanlands. Skaðar hava eisini órógvað yngra beiggjan nakað, og tað kann vera trupult at finna røttu hilluna (Mynd: EPA)

Danski viðmerkjarin Morten Bruun staðfesti, at høgi miðverjin hjá Føroyum var avgjørt ein, ið summi Superliga-feløg burdi hugt uppá. So gott var avrikið hjá Andriasi Edmundsson í 2-0 tapinum í gjár. Hetta var sjeyndi A-landsdystur hjá 1,93 metra høga miðverjanum og tann fimmti á rað. Allir hava verið frá byrjan

- Tað var næstan so, at eg varð noyddur at  spæla í fjør í Kekkia, sigur Andrias flennandi. Har vóru so nógvir miðverjar skaddir, og vit skuldu spæla við trimum. Landsliðsvenjararnir kundu tó sjálvandi valt onkra aðra loysn, men eg havi fingið stórt álit seinastu dystirnar og haldi eisini, at eg havi tikið av: Eg royni bara at vísa hvat eg dugi og at brúka mínar styrkir. Tað hevur gingið skjótt síðani síðsta summar, tá eg var aftarliga í bíðiraðnum, og eg royndi aftur í kvøld at senda eitt signal um, at man er til reiðar, um tørvur er á tí.

Andrias Edmundsson spældi 90 minuttir móti bæði Liktinstein og Danmark. Hann fegnast um, at góð ting sóust aftur í spælinum í gjár. Viðleikarar og landsliðsvenjari rósti eisini hansara avrikið móti sterku dønunum, og so sannførandi var verjuspælarin, at hann varð valdur dagsins spælari millum brúkarar hjá Portalinum í beinleiðis blogginum.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder