Fótbóltur

Eyðgerð avloysir Óluvu á landsliðnum

Signe Pries Andersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur fingið tvey avboð til komandi EM-undankappingardystir, sum eru á útivølli ímóti Grikkalandi og Montenegro ávikavist 5. og 9. apríl.

Eyðgerð Mikkelsen úr Víkingi her í dysti í gjár móti HB (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðgerð Mikkelsen úr Víkingi her í dysti í gjár móti HB (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-31 15:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin 5. apríl fer kvinnulandsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Føroyar eru í bólki C3, saman við Grikkalandi, Montenegro og Andorra.

Fyrsti dysturin í kappingini er á útivølli móti Grikkalandi, og fýra dagar seinni, týsdagin 9. apríl verður spælt á útivølli móti Montenegro.

Føroyska ferðalagið fer av landinum týsmorgunin, men tað verður uttan málverjan, Óluvu Allansdóttir Joensen og Margunn Lindholm úr KÍ. Báðar hava smávegis skaðar at dragast við, og eru tískil ikki tøkar til landsliðsfótbólt í næstum.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen sent boð eftir málverjanum úr Víkingi, Eyðgerð Mikkelsen, ið higartil er skrásett fyri ein A-landsdyst fyri Føroyar.

Hópurin
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Eyðgerð Mikkelsen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO Kastorias (Grikkaland)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Sunniva Willemoes, HB Tórshavn
Fridrikka Klementsen, HB Tórshavn
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Sara Samson Laumhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Lea Símunardóttir Lisberg, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur

Dystaskráin
5. apríl Grikkaland – Føroyar
9. apríl Montenegro – Føroyar
31. mai Føroyar – Andorra
4. juni Føroyar – Grikkaland
12. juli Føroyar – Montenegro
16. juli Andorra – Føroyar

Komandi EM-undankapping fyri kvinnur verður spæld eftir einum kappingarleisti, ið ikki er royndur áður. Bara londini í deild A kunnu spæla seg beinleiðis í sjálvt endaspælið, meðan londini í deild B og C kunnu spæla seg til endaspælið umvegis tvey play-off umfør, sum verða í heyst.

Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu 2’ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti londunum, sum enda nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini. Vinnararnir fara víðari til 2. play-off umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lond spæla seg í endaspælið umvegis play-off.

Sjálvt EM-endaspælið fyri kvinnur verður í Sveis frá 2. til 27. juli í 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder