Í kvøld, týskvøldið 2. apríl verður greitt, hvussu liðini møtast í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið
Felagshúsið hjá 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági verður í kvøld karmur um lutakastið til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið, skrivar fsf.fo
- Fimtan lið verða í bollanum, og tá dysturin í Betrideildini hjá monnum millum 07 Vestur og EB/Streym er liðugur, verður farið undir lutakastið, ið verður sent beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.
MB og Royn úr 2. deild hava valt ikki at verið við. Harvið eru ikki nóg mikið at av felgøunum til at hava átta áttandapartsfinalur.
FSF kunnar um, at 14 lið vera í umfari, ið verður spælt 24. og 25. apríl. Fyrsta liðið, ið verður trekt, fer beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan hini liðini verða trekt sum vanligt, skrivar heimasíðan hjá FSF.
Finalan í steypakappingini hjá monnum í fjør var millum B68 og HB. HB vann 5-3, eftir brotssparkskapping - tað stóð á jøvnum 0-0 aftaná 120 minuttir.
Lutakastið um 20-tíðina í kvøld sæst á Rás 1 hjá Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald