Fótbóltur

Menning av úrvalsleikarum sett á breddan

Leygardagin 23. mars var FSF, saman við umboðum frá FIFA, vertur fyri verkstovu, har málbólkurin var høvuðsungdómsvenjarar og venjarar, ið hava ábyrgd av menning av okkara bestu spælarum.

- Endamálið við at seta hetta evni á breddan er at vit saman kunnu skapa enn betri karmar fyri okkara úrvalsleikarar

- Endamálið við at seta hetta evni á breddan er at vit saman kunnu skapa enn betri karmar fyri okkara úrvalsleikarar

2024-04-02 16:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Endamálið við at seta hetta evni á breddan er at vit saman kunnu skapa enn betri karmar fyri okkara úrvalsleikarar. Flest alla staðni í Føroyum hava vit nøkur framúr tilboð til okkara børn og ungu, serliga tá hugsað verður um breiddarvirksemið. Men vit hava eisini møguleikan at styrkja menningina av okkara bestu spælarum enn meira, og tað skal gerast við at skipa samstarvið millum FSF, feløgini og aðrar áhugabólkar betri, soleiðis at tað verður til gangs fyri hvønn einstakan spælara

Hetta sigur Pætur Smith Clementsen, ið er tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Í døgunum 17. til 23. mars vóru Føroyar vertir fyri EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum. Í hesum sambandi bleiv eisini skipað fyri tveimum venjaratiltøkum, har fokus varð sett á menningina av gentu- og kvinnufótbólti, og menningina av okkara úrvalsleikarum, bæði gentum og dreingjum, í breiðari merking.

Á fyrru verkstovuni, ið var um menning av gentu- og kvinnufótbólti, luttóku 25 venjarar, ið dagliga venja gentur og kvinnur í feløgunum kring landið. Á skránni vóru framløgur frá Signe Pries Andersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, Eli Nolsøe Leifsson, kropsligur venjari hjá FSF, og Eyðvør Klakstein, sum í nógv ár hevur verið ein av berandi kreftunum á meistaraliðnum hjá KÍ, og higartil er skrásett fyri 46 A-landsdystir fyri Føroyar.

Á seinnu verkstovuni var fokus sett á menning av úrvalsleikarum. Málbólkurin var høvuðsungdómsvenjarar og venjarar í feløgunum, ið hava ábyrgd av menningini av okkara bestu spælarum.

[object Object]

[object Object]

Verkstovan var skipað í samstarvi við FIFA verkætlanina, við heitinum FIFA Talent Development Scheme, ið hevur til endamáls at menna talentarbeiðið í limalondunum, so allir leikarar hava umstøður at røkka sínum evstu menningarmøguleikum.

Pætur Smith Clementsen legði fram um, hvussu FSF í løtuni arbeiðir við úrvalsmenning, meðan FIFA umboðini, Hesterine de Reus og Abishek Yadav úr Hollandi høvdu framløgur um TDS verkætlanina, og hvussu onnur smærri fótbóltssambond arbeiða við talentmenning.

Eftir framløgurnar bleiv kjakast í bólkum, har tvey høvuðsevni vórðu viðgjørd. Annar parturin snúði seg um, hvussu feløg og FSF kunnu samstarva við at seta einstaka spælaran í miðdepulin, meðan hin parturin var um, hvussu vit kunnu skapa eina mennandi fótbóltsleið fyri okkara úrvalsleikarar, har tey fáa hóskandi avbjóðingar.

Kjakið millum teir umleið 35 venjararnar, ið tóku lut á seinnu verkstovuni, gekk sera væl, og tiltakið endaði við framløgum frá bólkunum, áðrenn farið var til U17-landsdyst við gentum millum Føroyar og Rumenia, sum føroyska liðið vann 3-1.

– Sum heild eydnaðust báðar verkstovurnar serstakliga væl, og vónandi hevur hetta gjørt sitt til, at vit av álvara seta sjóneykuna á menningina av okkara úrvalsleikarum, so vit sum fótbóltstjóð kunnu flyta okkum enn longri fram á leið, sigur Pætur Smith Clementsen.

[object Object]

[object Object]

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder