Fótbóltur

Petur Knudsen: Vit fara framvegis at skora nógv mál

Evnaríki álopskendi leikarin sigur, at teir í Runavík hava vant ógvuliga hart, og hava skjótt tilvant seg nýggja íslendska venjaran.

Petur Knudsen, her í dysti ímóti føroyameistarunum í fjør- Hann og liðfelagirnir eru svangir eftir at halda fram at gerast betri(Mynd: Jens Kr. Vang)

Petur Knudsen, her í dysti ímóti føroyameistarunum í fjør- Hann og liðfelagirnir eru svangir eftir at halda fram at gerast betri(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-27 08:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

10. mars fer Betrideildin hjá monnum í gongd. Stórur spenningur er undan kappingarárinum, og komandi dagarnar fara vit á Portalinum at hava upptaktir við umboðum frá øllum feløgunum.

Í fjør endaði NSÍ á 2. plássi. Hetta vóru tvey pláss og níggju stig betri enn í 2016. Tá vit spyrja Petur Knudsen um, hvat málið fyri 2019 er, nevnir hann ikki nakað pláss, men 20-ára gamli leikarin er avgjørdur um motivatiónina í hópinum: 

- Málið fyri árið í ár er, at gera tað so væl vit megna. Tá hugsa vit um at fáa skavað fleiri stig saman, enn vit megnaðu í fjør og so síggja vit, hvussu langt tað røkkur. Allir í hópinum eru svangir. Vit vilja allir vísa, bæði sum lið og sum einstaklingar, at vit megna at vera við tá teir stuttligu og avgerandi dystirnir eru.

Undan kappingarbyrjan í fjør varð NSÍ roknað ímillum fremstu FM-biðlunum. Sámal Erik Hentze kom í venjarasessin og royndir leikarar sum Jóhan Troest Davidsen, Fróði Benjaminsen og Øssur Dalbúð til. Men hóast liðið flutti seg fram, var NSÍ ongantíð veruliga við í stríðnum um FM. Nú verður NSÍ ikki útnevnt sum ein av greiðu favorittunum. Um hetta tekur trýstið av kann kjakast um, men slíkt hugsa leikararnir ikki um, sambært Peturi: 

- Hjá okkum spælarum er støðan ikki ørvísi, um vit verða mettir at gerast føroyameistarar, ella at vit enda uttan evropeiska luttøku. Vit hava vant sera nógv í ár - nógv fleiri ferðir enn vit gjørdu í fjør - og tað ætla vit at halda fram við. So fáa vit at síggja, um tað røkkur longri enn í fjør ella ikki.

Guðjón Þórðarson hevur avloyst Sámal Erik Hentze, og hann kemur til felagið við einum ørvísi stíli. Royndi íslendski venjarin hevur fleiri lokalar venjarar afturat sær. Petur Knudsen vísir á, at Guðjón kemur við nógvum góðum til venjingarnar: 

- Talan er um ein venjara við einum góðum CV. Hann hevur roynt nógv, fingið góð úrslit og veit hvat skal til fyri at vera við, har tað er stuttligt. Venjingarnar eru fjølbroyttar og hava høgan intensitet. Tó, er tað ikki torført hjá okkum spælarum, at venja okkum við hansara venjingar, tí fleiri í hópinum hava roynt nógv eftir hondini.

Álopskendi leikarin hevði sítt higartil besta kappingarár í fjør. Hann var beinleiðis íblandaður í heili 19 málum í Betrideildini (skorað ella lagt upp - málstig). hetta var fjórðflest í deildini. Einasti viðleikarin ið var omanfyri Petur, var Árni Frederikberg. Petur hevur hóast sín unga aldur spælt 83 dystir í bestu deildini, og hann sigur at hann og aðriri eru til reiðar at lyfta arvin eftir Árna, ið nú er farin til B36:   

- Kappingarárið í fjør var fínt á nógvum økjum hjá mær, men tað er altíð pláss fyri menning og at gera tað betri. At venja nógv, venja oftari enn aðrir og at gera sítt besta er altíð lykilin til gott úrslit og dagliga framgongd. NSI hevur altíð verið kent fyri góðan og álopskendan fótbólt, og tá er tað altíð onkur, ið kemur at gera mál og upplegg. Árni hevur nógvar øgiliga góðar dygdir, men tað hava fleiri aðrir í okkara hópi eisini. So tað er eingin ivi um, at vit koma at gera nógv mál í 2019 - eins og vit hava gjørt áður.

Les eisini: 
Adrian Rúnasson Justinussen: Hugsa ikki meira um 2018 

Hagtøl: bolt.fo og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder