Fyrst í mai 2023 var Meinhard Egilsson Olsen fyri dyggum smeiti. Eftir eitt skump í einum nærdysti lendi hann illa, og skjótt var greitt, at krossbandið í øðrum knænum var farið.
Sí eisini: Patrik og Meinhard hava báðir slitið krossband
Hetta er ein av tyngstu ítróttarskaðunum, og vanliga eru millum 9 og 12 mánaðir frá hendingini, til ein spælari aftur kann spæla í kappingardysti.
Hjá Meinhardi gjørdist talan um næstan júst 11 mánaðir. Í viðtalu við Portalin í februar, segði hann seg vóna, at hann fór at vera heilt tøkur fyrst í apríl, tá kappingngarnir í Noreg byrjaðu aftur.
Eftir nærdystin í dysti hjá Mjøndalen fyrst í mai í fjør. Skjótt stóð greitt at eitt krossband var farið
Meinhard var ikki í dystarhópinum hjá Mjøndalen í 1. umfari 1. apríl, men sunnudagin 7. apríl var hann á bonkinum og kom inn, tá tjúgu minuttir vóru eftir.
Tá var støðan 3-1 til Sogndal, og soleiðis endaði tað eisini. Dystartíðin er tó eitt slag av sigri fyri Meinhard Egilsson Olsen. Vongurin, sum fyllur 27 ár í morgin, er aftur á vøllinum og skal brúka næstu tíðina til at koma heilt fyri seg.
Í stuttari viðmerking sigur Meinhard, at hann kennir seg at vera væl fyri og hevur ikki merkt nakað til knæðið seinastu tíðini; ei heldur hevur nakar fylgiskaði víst seg. Tað ganga helst nakrar vikur, til hann er í toppformi.
Meinhard var fastur partur av A-landsliðnum fram til, tá álvarsami skaðin kom. Tað eru helst rímiliga góð sannlíkindi fyri, at hann verður við til Baltic Cup-dystirnar hjá Føroyum fyrst í juni.
Í Íslandi er Patrik Johannesen eisini komin fyri seg. Hann sat á bonkinum uttan at koma inn, tá Breiðablik í gjár vann 2-0 í 1. umfari í íslendsku kappingini.
Sí eisini: Patrik verður skjótt tøkur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald