Ungdómslandsliðini á kvinnusíðuni hava higartil í ár staðið seg rættiliga væl. U17-genturnar taptu gamaní fyrsta dystin í EM-undankappingini á heimavølli í síðsta mánaði (1-2 fyri Litava), men síðani hevur bert gingið ein vegin.
Við fyrst at spæla javnleik 1-1 móti Turkalandi og síðani at vinna 3-1 á Armenia, eydnaðist tað føroyska U19-landsliðnum við gentum at fáa 4 stig í EM-undankappingarbólkinum í Turkalandi.
- Og nú allir bólkarnir í deild B í undankappingini eru taldir upp, er greitt, at Føroyar gerast besti 2’ari í kappingini samanlagt. Hetta hevur við sær, at Føroyar flyta upp, og skulu spæla í deild A í næstu EM-undankapping, sum verður í heyst, staðfestir FSF
Sí eisini: Føroyar vunnu flottan sigur á Armenia
Í undankappingum hja ungdómsliðunum er tað nú á tann hátt, at liðini eru í deildum eftir styrki og úrslitum. So at siga bert lið úr deild á A kunnu spæla seg til endaspølini. Vegna góðu úrslitini í Turkalandi skulu Føroyar spæla millum tey stóru í heyst, tá næsta umfar er.
Føroyski hópurin í Turkalandi (Mynd: FSF)
Pætur Smith Clementsen hevur verið venjari hjá U19-gentunum seinastu árini. Til næstu kapping verður tað Sigtór Petersen (Mynd: FSF)
Eisini U17-genturnar verða at finna í deild A seinni í ár. Føroyar gjørdu ikki mætari enn at vinna bólkin í Føroyum í mars. Sigrar á Georgia og Rumenia (2-0 og 3-1) sendu Føroyar víðari. Harvið kan tað væl og virðiliga staðfestast, at føroyskur ungdómslandsliðsfótbóltur hjá kvinnum er í ávísum blóma.
Stórur fagnaður á U17-gentunum á Tórsvølli 23. apríl, tá flotti sigurin á Rumenia og samlaði bólkasigurin kom í hús (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald