Fótbóltur

Barcelona setti Real Madrid uppá pláss við Suarez og effektiviteti

Barcelona er í sínari sættu steypafinalu á rað eftir 3-0 sigur á Santiago Bernabeu.

Suarez fekk sjálvur brotssparkið, ið hann umsetti hegnisliga til mál (Mynd: EPA)

Suarez fekk sjálvur brotssparkið, ið hann umsetti hegnisliga til mál (Mynd: EPA)

2019-02-27 22:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld hittust risarnir í sponskum fótbólti í seinnu hálvfinaluni í Copa del Rey. Eftir 1-1 í fyrra dystinum á Camp Nou var alt opið undan returdystinum. 

Í fyrra hálvleiki hevði Barclona bóltin meira, men Real Madrid var meira vandamikið. Tað kom einki mál, og við tí støðuni fór Real víðari orsakað av útivallarmálið. Men í 2 hálvleiki setti útiliðið alt uppá pláss.

Luis Suarez hevur verið fyri kritikki í seinastuni, men áleyparin úr Uruguay sló til fimm minuttir eftir steðgin. Nú var trýstið á Real, og tað gjørdist størri, tá Varane góðar tjúgu minuttir fyri tíð gjørdi sjálvmál. Fimm minuttir seinni sló Suarez seinasta seymin í kistuna, har steypavónin hjá Real Madrid var, og talan gjørdist um eitt sera stórt vónbrot fyri heimaliðið.

Hagtølini vísa, at Real Madrid hevði 14 málroynir ímóti fýra hjá Barcelona, ið tó megnaði at gangnýta sínar møguleikar. Hetta er sjeyndu ferð seinastu átta árini, at kalatanska felagið er í steypafinaluni. Barcelona hevur vunnið Copa Del Rey fýra ár á rað og kann halda á við gongdini. Í morgin verður hin finalisturin funnin, tá Betis er á vitjan í Valencia. Fyrri dysturin endaði 2-2.

Real Madrid og Barcelona spæla aftur í Madrid leygarkvøldið. 

Real Madrid - Barcelona 0-3 (0-0) 1-4 samanlagt
0-1 Luis Suarez
0-2 Sjálvmál
0-3 Luis Suarez

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder