Fótbóltur

- Hesir dystirnir eru stuttligir at spæla

Allan Norðberg og liðfelagirnir skulu nú spæla hálvfinalur í bæði íslendsku kappingini og í European Cup. Strandingurin setur orð á spenningin - rumensk vitjan er í Reykjavík sunnukvøldið.

Minaur Baia Mare er nakað sterkari enn Steaua, sum vit vunnu á í fjórðingsfinaluni. Høvuðsfokus er á okkum sjálvar og at fáa okkara taktisku uppleg at rigga. Soleiðis sigur Allan Norðberg við Portalin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Minaur Baia Mare er nakað sterkari enn Steaua, sum vit vunnu á í fjórðingsfinaluni. Høvuðsfokus er á okkum sjálvar og at fáa okkara taktisku uppleg at rigga. Soleiðis sigur Allan Norðberg við Portalin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-19 19:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri føroyskir spælarar eru nú í gongd við endaspøl ella upp- og niðurflytingardystir í ymisku londunum kring okkum. Eisini eru fimm føroyingar framvegis við í evropeisku kappingunum. Talan er um fimm menn í trimum ymiskum kappingum: Elias Ellefsen á Skipagøtu í Champions League, Hákun West av Teigum, Jóhan á Plógv Hansen og Óli Mittún í European League og Allan Norðberg í European Cup.

Allan vann íslendsku steypakappingina við Vali í mars, og liðið er nú í hálvfinalunum í landskappingini.

- Tað er altíð ein heilt serligur stemningur, tá ið endaspælið ferð í gongd. Tá verður gjørt nógv burturúr til allar dystir, og munandi fleiri áskoðarar koma til dystir. Hetta ger hesar spennandi dystir enn stuttligari at spæla, sigur 30-ára gamli strandingurin við Portalin

Sí eisini: Spennandi dagar hjá Allani og Vali

Allan Norðberg hevur spælt í Íslandi síðani 2018 og hevur roynt endaspælsdystir, men nú er tað við einum liði, ið hevur góðan møguleika at vinna íslendska meistaraheiti. 

[object Object]
Allan sæst uttast til vinstru, eftir at Vakur vann steypakappingina

Fyrsta hálvfinalan í íslendsku kappingini móti Afturlending verður mikudagin 24. apríl. Dystarskráin er tætt nú, og áðrenn tað er eisini stór uppgáva á skránni: Fyrra hálvfinalan í European Cup. Dysturin er ímillum tær báðar hálvfinalurnar móti Minaur Baia Mare. Portalurin spurdi Allan Norðberg, hvussu hann sær uppá uppgerðina og møguleikarnar.

- Tað er ringt at siga; vit møta einum top liðið úr Rumenia. Minaur Baia Mare er nakað sterkari enn Steaua, sum vit vunnu á í fjórðingsfinaluni. Høvuðsfokus er á okkum sjálvar og at fáa okkara taktisku uppleg at rigga. Eynast tað so havi eg góðar vónir at koma í finaluna. 

European Cup er triðsterkasta evropeiska kappingin. Fýra føroysk feløg vóru í fyrstu umførunum. Annika Fríðheim Petersen var í fjør við danska NFH í European League-finaluni - eingin annar føroyingur hevur spælt evropeiska finalu. Omanfyrinevndu fýra føroyingarnir spæla í fjórðingsfinalunum í European League og Champions League í næstu viku: Óli og Hákun ímóti hvørjum øðrum í Göteborg týskvøldið.

Fyrra hálvfinalan hjá Allani og Vali verður á heimavølli sunnukvøldið 21. apríl klokkan 20.30 føroyska tíð.

Allan Norðberg hevur seinastu mongu árini verið fastur á A-landsliðnum, men til HM-dystirnar móti Norðurmakedónia varð bert ein høgri vongur úttikin: Hákun West av Teigum. Hetta varð kunngjørt fyrrapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder