Facebook-síðan hjá B36 skýrir tað eina eyðmýking og skrivaði í fyrstu syftu, at tapið í dag minti um 6-0 tapið á sama staðið seint í kappingarárinum í fjør. Samstundis varð tað staðfest, at: - FM málið og spælið hjá Dan og B36 er í hvørtfall langt vekk í løtuni.
Síðsti parturin varð síðani slettaður, men her verður sipað til, at venjarin Dan Brimsvík greitt meldaði út alment áðrenn kappingarárið, at B36 skuldi vera við í FM-stríðnum. Tað er B36 ikki, nú seks umfør eru spæld, og átta stig eru upp til Víking. Hetta kunnu bæði tey í B36 og onnur í fótbóltsføroyum staðfest.
Samstundis kann staðfestast eftir dystin í Sarpugerði, at Víkingur er greitt tað besta liðið í Føroyum beint nú. HB tapti tepurt har og hevur bara vunnið síðani tað; millum annað á KÍ. HB er bert trý stig aftanfyri Víking. Tað er tó greitt meira týðiligt spæl og samanlagt sterkari avrik hjá Víkingi - tað er heldur ikki so løgið, tá hugsað veðrur um støðufesti við venjarum og spælarum.
Dreymamál setti gongd í - seinna hálvleik átti heimaliðið
B36 var leikliga nakað omaná fyrstu 25 minuttirnar. Áleyparin Zean Dälugge hevði eisini ein stútara á stongina eftir flott álop í høgru. Víkinga-liðið var tó sum vera man væl skipað. Miðverjan við Arnbirni Svensson og Atla Gregersen og alt rundanum stóð væl, og í 27. minutti vann Víkingur bóltin høgt. Hann endaði hjá Finni Justinussen, sum legði av til Sølva Vatnhamar, og so skoraði 37-ára gamli málrevurin eitt frálíkt mál: Toppskjúttin og ársins spælari tvey tey seinastu árini legði bóltin í longra málhornið, staddur við brotsteigarmarkinum og nakað til høgru.
Finnur Justinussen, ið órógvaði B36-verjuna nógv í dag, legði av til Sølva...
...sum høgdi bóltin í longra málhornið (Myndir: Sverri Egholm)
Restina av 1. hálvleiki bylgjaði tað nakað aftur og fram, og bæði liðini søktu at. Eftir steðgin var tað eitt sindur sum, at bert eitt lið var á vøllinum. Ella íhvussu er bert eitt lið, sum fekk tingini at eyndast.
Tað eydnaðist eisini heilt væl hjá Víkingi, sum skoraði í fyrsta álopinum í 2. hálvleiki. Fyrst bleiv Poul Kallsberg spældur púra fríur, Bjarti Vitalis Mørk stórbjargaði við fótinum, bólturin stakk út til Sølva, sum legði yvir til Geza David Turi. Kanska allarbesti spælarin í Betrideildini í løtuni var kaldur: Triðja málið hjá miðvallaranum í ár. Hann skoraði millum annað eisini í oddadystinum móti HB.
Teir í ljósabláum fegnast um 2-0 málið. Sterka eindin hjá teimum úr Eysturkommunu er eyðsæð (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur spældi skjótt, væl og sannførandi. Endurtrýsið sat, og B36 fekk ikki eitt bein til jørðina. Tá ein tími varð spældur var eyðkent Víkinga-spæl í høgru. Signar á Brúnni, ið avloysti skadda Ara Olsen, kom í fullari ferð í yvirlappinum og legði innfyri. Vilmer Rønnberg fekk ikki ruddað, men bert prikað bóltin, sum stakk út til Jákup Johansen. Strandingrin hevði brent risamøluleika frammanundan, men nú var hann ísakaldur. 3-0 og alt var so at siga avgjørt.
Aron Jarnskor Ellingsgaard hevur spælt ógvuliga væl á miðvøllinum hjá Víkingi í nógvar mánaðir. Hann er nú skaddur, men avrikið hjá 18-ára gamla Árna Nóa Atlason gjørdi, at saknurin av Aroini ikki var so stórur. Árni rann sólina svarta, vann bóltar og var eisini frekur. Í 72. minutti skoraði sonur liðskiparin: Hetta var eftir kontraálop, ógvuliga góðari sending frá Finni Justinussen og køldum fluktara.
Ein heilsan frá faðir til son eftir fyrsta málið hjá síðstnevnda í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)
B36 fekk ikki prógvað, at man fær verið við í oddinum í løtuni - ella íhvussu er ikki í einum útidysti móti suverena oddaliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
19. sigurin á rað hjá Víkingi í Betrideildini. Næsta uppgávan hjá Jóhan Peturi Poulsen og hansaran monnum í Betrildeindi er mánadagin 29. apríl í Runavík. Dan Brimsvík og B36 skulu reisa seg skjótt - liðið hevur eisini steypadyst móti Skála flaggdagin.
6. umfar í Betrideildini
Í dag, sunnudagin 21. apríl
Víkingur - B36 4-0 (1-0)
27' Sølvi Vatnhamar (Finnur Justinussen) 1-0
46' Geza David Turi (Sølvi Vatnhamar) 2-0
61' Jákup Johansen (3-0
72' Árni Nóa Atlason (Finnur Justinussen) 4-0
Sí liðuppstillingar og annað her
Her ber til at síggja fleiri frágreiðingar um dystargongdina
07 Vestur - Skála 1-1 (1-1)
27' Ragnar Skála 0-1
34' Filip Brattbakk, br. 1-1
17.00:
ÍF - NSÍ (2-2)
Í gjár, leygardagin 20. apríl
KÍ - B68 3-0 (2-0)
38' Páll Andrasson Klettskarð (Dan í Soylu) 1-0
45 (+3)' Páll Andrasson Klettskarð (Issah Ahmed Latif) 2-0
56' Pætur Petersen (Jóannes Kalsø Danielsen) 3-0
Les eisini: Trý mál og trý stig til KÍ
Fríggjadagin 19. apríl
HB - EB/Streymur 2-1 (0-0)
59' Filip Djordjevic (br.) 0-1
66' Áki Samuelsen (br.) 1-1
82' Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 2-1
Les eisini: Áki tryggjaði HB trý stig
Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 18 stig
2. HB 15 stig
3. KÍ 12 stig
4. 07 Vestur 11 stig
5. B36 10 stig
6. NSÍ 9 stig
7. EB/Streymur 4 stig
8. Skála ÍF 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald