Fótbóltur

Video: Seta sjóneykuna á Elias Ellefsen á Skipagøtu

"Langt heimanifrá" eitur nýggjasti parturin hjá EHF. Føroyski spælskiparin tosar um saknin og alskin til Føroyar, men staðfest verður at hann livir mitt í dreyminum um avgerandi Champions League-dystir við Kiel.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-23 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Miðlatoymi hjá evropeisku hondbóltssamgonguni ger nógv burturúr Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. 

Føroyski spælarin hevur havt eitt gott ár í Champions League, har Kiel - í mun til Bundesliguni - framvegis er veruliga við.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu sman við liðfeløgunum áðrenn fráferð til Fraklands. Tað er nakað ivasamt, um føroyski spælskiparin fær spælt orsakað av høgra knæi (Mynd: THW Kiel)

Les eisini: Støðan hjá Eliasi verður greiðari í næstu viku

Elias og liðfelagirnir spæla í morgin fyrru fjórðingsfinaluni í Montpellier í Fraklandi. Í "Dare To Rise" parti 3 omafyri tosar 21-ára gamli føroyingurin millum annað um dreymin, ið hann leingi hevur havt at spæla avgerandi dystir í Champions League.

Tað gera foreldur Eliasar, Gunn Ellefsen og Jens á Skipagøtu eisini. EHF hevur vitjað tey í Hoyvík, og har greiða tey frá, hvussu elsti sonur teirra trívist undir trýsti, at Kiel leingi hevur verið málið og dreymurin, umframt at tey sanniliga ætla sær aftur til "Final Four" í Köln, um Elias og THW Kiel spæla seg víðari til hálvfinalurnar.

Sum hann hevur gjørt áður, viðgongur føroyska hondbóltsstjørnan, at har sanniliga er ein heimlongsul, men samstundis: - Tað ber tíverri ikki til at spæla yrkishondbólt í Føroyum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu er greiður yvir, at krøvini í Kiel eru ógvuliga høg. Tað práta hann og Domagoj Duvnjak eisini um í videobrotinum - á týskum. Royndi kroatin hevur nógv rósandi orð til unga føroyingin, og nøkur hæddarpunkt frá kappingarárinum hjá Kiel í Champions League eru við.

Videobrotið við Eliasi, foreldrunum, Duvnjak og brotum úr Føroyum sæst omanfyri. Eisini á Youtube.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder