Fótbóltur

Gundur aftur í ÍF

Ungi lokali leikarin kemur heim úr Íslandi.

Gundur E. Petersen - her í Vali-búna - skal umboða barndómsfelagið komandi árið(Mynd: if.fo)

Gundur E. Petersen - her í Vali-búna - skal umboða barndómsfelagið komandi árið(Mynd: if.fo)

2019-02-28 21:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað nærkast til kappingarbyrjan í Betrideildini. Summi feløg hava hóparnar uppá pláss, meðan onnur eru ikki liðug at styrkja seg. 

Í kvøld boðar ÍF frá, at 18 ára gamli Gundur Ellingsgaard Petersen er aftur í felagnum. 

18-ára gamli fuglfirðingurin hevur tað mesta av sínum ungdómsárum spælt við ÍF. Tey seinastu árini hevur Gundur búð í Íslandi, har hann hevur spælt við Vali í Reykjavík. Hann hevur eisini umboðað føroyska U15-landsliðið og U17-landsliðið. Á FaroeSoccer er Gundur E. Petersen skrásettur fyri 10 U17 landsdystir. Hann var ímillum annað við í fyrsta undanumfarið til EM-undankappingin, har U17-landsliðið spældi seg til Elite Round.

Gundur var tó ikki við á Kýpros og heldur ikki til endaspælið. Tað var orsakað av skaða. Heimasíðan hjá ÍF lýsir nýggja leikaran í hópinum sum kvikan og góðan á bóltinum, og hann kann røkja nógv pláss á vøllinum. Gundur var við í gjár, tá ÍF og EB/Strymur spældi 2-2 javnleik í venjingardysti. 

Sáttmálin ímillum ÍF og Gundur Ellingsgaard Petersen er galdandi fyri kappingarárið 2019.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder