Fótbóltur

Ásla og Jóhanna skulu spæla steypafinalu í morgin

Häcken er favorittur ímóti Piteå, sum er í sínari fyrstu steypafinalu nakrantíð. Dysturin á Bravida leikvøllinum í Göteborg byrjar klokkan 16 mikudagin.

Ásla Johannesen í Nations League-dysti í fjør. Nú er hon við at skriva søgu fyri Piteå í Svøríki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ásla Johannesen í Nations League-dysti í fjør. Nú er hon við at skriva søgu fyri Piteå í Svøríki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-30 09:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svenska steypafinalan hjá kvinnum er á skránni í morgin, mikudagin 1 mai. Tað eru Piteå og BK Häcken, ið hittast, og ein føroyskur spælari er á hvørjum liði.

Onnur er føroyski landsliðsliðskiparin Ásla Johannesen. 27-ára gamli vongbakkurin hevur hetta kappingárið spælt við liðnum úr Piteå, sum er undirtippað til finaluna.

18-ára gamla hoyvíkskvinnan Jóhanna Fossdalsá Sørensen er ein av føstu spælarunum hjá Häcken. Jóhanna hevur millum annað spælt á sentrala miðvøllinum í Champions League í vetur.

[object Object]
Jóhanna Fossdalsá Sørensen í dysti móti Real Madrid í Champions. Evnaríki spælarin hevur umboðað donsk landslið (Mynd: EPA)

Báðar hava royndir úr donskum fótbólti og FC Nordsjælland eisini. Ásla og Jóhanna hittust á vølli um vikuskifti. Tá vann Häcken 3-1 á heimavølli í Göteborg. Báðar byrjaðu inni.

Í morgin spæla liðini aftur á sama vølli - lutakast avgjørdi hetta -  og tá er steyp uppá spæl. Fyrsta bríksl í steypafinaluni verður klokkan 16 føroyska tíð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder