Fótbóltur

U15: Hópurin til EfB Elite Cup úttikin

18 ungir spælarar skulu 6. til 11. mai umboða Føroyar í kappingini í Esbjerg. Hjá teimum flestu er hetta fyrstu ferð, at teir fáa møguleikan at umboða Føroyar.

2024-04-30 19:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til EfB Elite Cup, sum verður í Esbjerg frá 6. til 11. mai

Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya frá á heimasíðu sínari í dag.

Seinastu mongu árini hevur U15-landsliðið við dreingjum tikið lut í EfB Elite Cup í Esbjerg í Danmark. Talan er um eina fótbóltsstevnu, har føroyska liðið fær møguleikan at royna seg ímóti rímiliga stórum feløgum úr Danmark, Noregi, Svøríki og Týsklandi.

Í ár verður stevnan frá 6. til 11. mai, og nú er greitt, hvørjar teir 18 úttiknu eru. Sum sæst niðanfyri, so er B36 best umboðað.

Hópurin
Carl Christian Codron, B36
Tóki Bárðarson Dahl, B36
Mattias Høgnason Viderø, B36
Sveinur Høgnason Vesturdal, B36
Tobias Thomsen, B68
Aron D. Magnussen, EB/Streymur
Ísakur Peturson Olsen, EB/Streymur
Marius Jónsson, EB/Streymur
Bogi Augustinussen, TB/FCS/Royn
Markus Joensen, TB/FCS/Royn
Jónas Fossabrúgv, HB
Gabriel Højgaard, Hvidovre IF (Danmark)
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)
Emil Poulsson Linklett, KÍ
Andrew Poulsen, KÍ
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Emil Ludvig, Víkingur

Hjá teimum flestu er hetta fyrstu ferð, at teir fáa møguleikan at umboða Føroyar í landsliðshøpi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder