Hondbóltur

- Vit fara til hesa uppgávuna við sama hugburði

Fríði Weyhe viðurkennir, at verjuparturin skal betrast, í mun til triðju finaluna. Kollfirðingar trívast annars við rygginum ímóti múrinum, og áskoðararnir geva teimum nakað eyka, sigur bakspælarin við Portalin.

- Hetta hevur verið eitt ógvuliga intenst tíðarskeið, bæði mentalt og fysiskt. Síðani 7. apríl tá vit spældu fjórðingsfinalu ímóti Neistanum, hava vit spælt sjey dystir uppá 20 dagar, har hvør einasti dystur hevur havt stóran týdning. Tað hevur mann sæð aftur uttanfyri vøllin við til dømis okakra trúføstu áskoðarafjøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Hetta hevur verið eitt ógvuliga intenst tíðarskeið, bæði mentalt og fysiskt. Síðani 7. apríl tá vit spældu fjórðingsfinalu ímóti Neistanum, hava vit spælt sjey dystir uppá 20 dagar, har hvør einasti dystur hevur havt stóran týdning. Tað hevur mann sæð aftur uttanfyri vøllin við til dømis okakra trúføstu áskoðarafjøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-30 15:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍF hevur knívin á barkanum í morgin. Kravið til heimaliðið í fjórðu FM-finaluni er ein sigur, men hetta nervar ikki Fríða Weyhe, ið Portalurin hevur tosað við í samband við dystin móti H71 í morgin: 

- Nú hava vit verið í júst hesari støðuni nakrar ferðir í seinastuni; í fjórðingsfinaluni ímóti Neistanum og í triðju hálvfinaluni ímóti VÍF, og eg haldi, at hópurin er farin at trívast betur við at hava ryggin ímóti múrinum. Vit hava havt eitt heldur keðiligt kappingarár við einum fimta plássi í grundspælinum, og tí hava vónirnar til okkum ígjøgnum alt endaspælið ikki verið serliga stórar uttanifrá. Tað hevur onkursvegna lættað um trýstið á okkum. Men í hópinum er trúgvin framvegis líka stór sum áður. Vit hava uppá ongan máta verið favorittar í nøkrum dysti í endaspælinum, men tað er ikki uttan orsøk, at vit enn eru á lívi í endaspælinum.

Sí eisini: Stórur finaludagur í morgin

Bakspælarin hjá KÍF staðfestir, at man fer inn til dystin í morgin við sama hugburði, sum hevur verið at sæð seinastu tíðina. 

- Vit fara aftur inn til dystin í morgin sum ‘underdogs’ og við sama hugburði, sum hevur fingið okkum í finaluna. Dystirnir hava allir verið avgjørdir í seinastu løtu, og hesa ferð fara vit at gera alt tað vit eru mentir, fyri at tað fellur til okkara fyrimun.

Fríði viðurkennir, at KÍF ikki fer at koma við nýggjum ella fínum uppskriftum. Ístaðin skal sonevnda "eldrasambýlið" millum annað betra um verjuna, í mun til triðju finaluna leygarkvøldið, og annars spæla sítt spæl sigur 28-ára gamli lyklaspælarin

- Vit ætla fyrst og fremst at betra um okkara verju. H71 skoraði 39 mál (31 í vanligari leiktíð) leygarkvøldið og tað eru vit ikki nøgdir við, tí tað er ógvuliga trupult at vinna, tá ein letur so nógv mál inn. Okkara spæl í endaspælinum hevur givið okkum eyknevnið ‘’Eldrasambýlið í Kollafirði’’, kanska tí vit hava roynt at tikið ferðina úr spælinum og spælt tolið álopsspæl. Men vit fara neyvan at finna uppá nakað heilt nýtt, tá tað hevur fingið okkum so langt. Ígjøgnum kappingarárið hava vit havt tað trupult ímóti H71, tí vit hava bert vunnið ein av sjey dystum ímóti teimum. Út frá hesum sær tað ikki út sum, at vit eiga uppskriftina uppá ein sigur, men tað hevur sæð betri út í seinastuni, og tí halda vit fast í okkara koncepti.

[object Object]
- Reyða Múrurin og øll - hava møtt mannsterk upp til hvønn dyst, og hýrurin hevur verið fantastiskur, líkamikið um vit hava vunnið ella tapt. Tað gevur okkum heilt sikkurt nøkur eyka prosent á vøllinum. At spæla í fullari høll í øgiligum larmi ger hesar dystirnar til nakað heilt serligt, og nakað sum vit gleða okkum ótrúliga nógv til, staðfestir Fríði Weyhe (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hvussu eru hesir dystirnir at spæla? Við nógvum larmandi áskoðarum, stórum spenningi o.s.fr.

- Hetta hevur verið eitt ógvuliga intenst tíðarskeið, bæði mentalt og fysiskt. Síðani 7. apríl tá vit spældu fjórðingsfinalu ímóti Neistanum, hava vit spælt sjey dystir uppá 20 dagar, har hvør einasti dystur hevur havt stóran týdning. Tað hevur mann sæð aftur uttanfyri vøllin, tí okkara trúfasta áskoðarafjøld - Reyða Múrurin og øll - hava møtt mannsterk upp til hvønn dyst, og hýrurin hevur verið fantastiskur, líkamikið um vit hava vunnið ella tapt. Tað gevur okkum heilt sikkurt nøkur eyka prosent á vøllinum. At spæla í fullari høll í øgiligum larmi ger hesar dystirnar til nakað heilt serligt, og nakað sum vit gleða okkum ótrúliga nógv til. At dystirnir higartil eisini hava verið so spennandi, ger nokk tað, at fleiri áskoðarar leggjast afturat til hvønn dyst, og tað seta vit leikarar sera stóran prís á.

Sí eisini: Bogi Hansen (H71) - Tað er ótrúliga stuttligt at spæla hesar dystirnar

Fríði Weyhe og hinir skulu royna at halda maskinuni koyrandi og tryggja eina fimtu og heilt avgerandi finalu. Um so er, verður hon í Hoyvík leygarkvøldið.

Fjórða FM-finalan í Burn-deildini
Í morgin, mikudagin 1. mai
20.00: KÍF (1) - H71 (2)

H71 hevur vunnið báðar finalurnar á heimavølli - fyri seks døgum síðani avgjørdi KÍF í evstu løtu í Kollafirði. Fyrsta liðið at vinna tríggjar finalur er føroyameistari.

Portalurin verður til staðar í Kollafirði í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder