Fótbóltur

Lítið sannførandi avgreiddi KÍ uppgávuna í Streymnesi

EB/Streymur stríddist væl og fekk KÍ at stríðast í 90 minuttir. Jóannes Kalsø Danielsen skoraði einasta málið í dystinum - Jákup B. Andreasen fór av vølli við børu.

KÍ-liðskiparin varð borin av vølli við børu. Tað ljóðar sum talan er um brot (Mynd: Tv.fo)

KÍ-liðskiparin varð borin av vølli við børu. Tað ljóðar sum talan er um brot (Mynd: Tv.fo)

2024-04-30 20:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ kom til Streymnesar við fyribils venjara, onkrum spælarum aftur frá skaða og í 4-3-3. Lagt varð fyri við høgum inntensiteti og Páll Klettskarð og René Shaki Joensen høvdu góðar møguleikar.

EB/Streymur var tó væl skipað í 5-4-1 við stinnum miðverjum og nógvum hartarbeiðandi rundanum og frammanfyri. 17-ára gamli Virgar Jónsson var ein av teimum, sum stóð sterkur í myndini sum vinstri miðverji.

KÍ kom tó á odda tíggju minuttir fyri hálvleik. Fríspark kom í múrin, stakk út til Jóannes Kalsø Danielsen og høgri bakkurin gjørdi sum so ofta fyrr: Setti bóltin i málið móti EB/Streymi.

Hetta varð einasta málið í góðveðrinum við Margáir, har nógv fólk vóru. Bæði liðini høvdu stórar møguleikar í 2. hálvleiki: Árni Frederiksberg var nær við at økja tvær ferðir, meðan stinna EB/Streyma-liðið fekk eisini góðar støður: Serliga Robert Marcus var nær við, men Mark Jensen stórbjargaði.

Trý stig til KÍ ið er á 3. plássi. EB/Streymur hevur 4 stig, men avrikini hava verið til meira í seinastuni.

Jákup Biskopstø Andreasen er júst komin aftur á vøllin eftir longri tíð við skaða, men nógv bendir á, at liðformaðurin ikki spælir í langa tíð. Hann varð borin av vølli í fyrra hálvleiki við børu - tað ljóðar sum talan er um brot.

EB/Streymur - KÍ 0-1 (0-1)
35' Jóannes Kalsø Danielsen 0-1

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 21 stig
2. HB 18 stig
3. KÍ 15 stig
4. NSÍ 12 stig
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 7 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 1 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder