Fótbóltur

Andrass hevur eitt brot í fótinum

Sambært B36 skal landsliðsmiðvallarin skurðviðgerst fríggjadagin og helst sita uttanfyri í umleið tríggjar mánaðir. Ein dyggur smeitur fyri Andrass Johansen og B36.

- Tað stóð øllum greitt, at støðan var ring, tá Andrass Johansen var borin av vøllinum. Tað var eftir nærdyst í fyrra hálvleiki, at hann kom illa fyri og noyddist av vøllinum. Tað var í landskappingardysti mánadagin, at Andrass fekk skaðan (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Tað stóð øllum greitt, at støðan var ring, tá Andrass Johansen var borin av vøllinum. Tað var eftir nærdyst í fyrra hálvleiki, at hann kom illa fyri og noyddist av vøllinum. Tað var í landskappingardysti mánadagin, at Andrass fekk skaðan (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-01 07:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er ikki um góðar dagar hjá B36 ella hjá føroyskum landsliðsmiðvallarum.

Í gjárkvøldið varð Jákup Biskopstø Andreasen borin av vølli í Streymnesi, eftir at KÍ liðformaðurin var óheppin eftir ein nærdysti - stóð onkursvegna fastur og fekk vekt á "ábært" bein.

Les meira: Jákup fingið eitt brot í beinið

Skjótt varð staðfest, at talan var um brot. Tað er ikki heilt greitt, hvat slag av broti tað er, men tað er tað hjá Andrassi Johansen.

22-ára gamli miðvallarin fór eisini út á børu, tá B36 spældi 3-3 móti ÍF mánakvøldið. Sosialu miðlarnir hjá B36 greiða soleiðis frá:

- Tað stóð øllum greitt, at støðan var ring, tá Andrass Johansen var borin av vøllinum. Tað var eftir nærdyst í fyrra hálvleiki, at hann kom illa fyri og noyddist av vøllinum.

[object Object]
B36 spælir lykladyst móti HB sunnudagin. Tað verður tó uttan Andrass Johansen - hann gjørdist skaddur í sínum dysti nummar 100 í Betrideildini fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er nú staðfest, at Andrass hevur eitt brot í høgra fóti. Sambært B36 skal evnaríki havnarmaðurin skurðviðgerast fríggjadagin, og roknast skal ikki við, at hann spælir dystir aftur komandi tríggjar mánaðirnar.

Harvið fer B36 at mangla ein lyklaspælari í einum tíðarskeiði, har liðið skal finna stevið aftur, royna at nærkast oddinum og koma víðari í steypakappingini. Við omanfyrinevnda tíðarbilinum fer Andrass í øllum førum sita uttanfyri, meðan B36 spælir 1. umfar í Conference League. Hann kann heldur ikki vera við A-landsliðnum til Baltic Cup í juni.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder