Fótbóltur

Real Madrid hevur lítlan fyrimun í mun til finalupláss

Tryggjaðu sær javnleik seint í dystinum í München. Dortmund og PSG hittast til fyrru hálvfinaluna í kvøld.

Vinicius Junior skoraði bæði málini hjá Real Madrid í München (Mynd: EPA)

Vinicius Junior skoraði bæði málini hjá Real Madrid í München (Mynd: EPA)

2024-05-01 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um eina viku verður greitt, hvørji lið skulu spæla Champions League finalu 1. juni. Í gjár var fyrsta hálvfinalan á skránni.

Real Madrid sló Manchester City út úr fjórðingsfinaluni og er nú favorittur til at vinna kappingina. Í gjárkvøldið vitjaði liðið hjá Carlo Ancelotti í München. 

Tað eydnaðist at koma á odda í 24. minutti við máli frá Vinicius Junior, sum fyrrverandi Bayern-spælarin, Toni Kross, flott legði upp til.

Heimaliðið kom ógvuliga væk út til 2. hálvleik og eftir 57. minuttir var 2-1. Fyrst skoraði Leroy Sané og síðani Harry Kane við brotssparki.

Real Madrid fekk tó brotsspark eisini. Hetta var í 83. minutti, og Vinicius Junior gjørdist tvífaldur málskjútti. 2-2 og um eina viku kann spanska høvuðsstaðarfelagið avgerða tað á heimavølli.

[object Object]
Mynd: EPA

[object Object]Harry Kane legði Bayern á odda 2-1, og týska felagið hevur framvegis fínan møguleika at røkka finaluni (Mynd: EPA)

Í kvøld er eisini hálvfinala á skránni í Týsklandi. Borussia Dortmund tekur ímóti PSG. Bæði feløgini hava verið í finaluni einaferð - og tapt - innanfyri seinastu 11 árini.

Champions League fyrru hálvfinalur
Í gjár, týsdagin 30.apríl
Bayern München - Real Madrid 2-2 (0-1)
24' Vinicius Junior 0-1
53' Leroy Sané 1-1
57' Harry Kane, br. 2-1
83' Vinicius Junior 2-2

Í kvøld, mikudagin 1. mai
20.00: Borussia Dortmund - PSG

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder