Fótbóltur

Stórur steypadagur hjá føroyingum í Noreg

Fredrikstad fingið góða byrjan uppá árið og tekur klokkan 13.30 ímóti Rosenborg. Gullbrandur Øregaard og Sandnes Ulf taka ímóti Odds úr Eliteseriuni - Noah Mneney og lið hansara fara eisini eftir 1/8-finalunum.

Mikkjal Thomassen og Fredrikstad hava staðið seg væl í bestu deildini higartil - nú royna teir at seta eitt steypaævintýr saman (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Mikkjal Thomassen og Fredrikstad hava staðið seg væl í bestu deildini higartil - nú royna teir at seta eitt steypaævintýr saman (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-01 09:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spennandi steypadagur er í Noreg í dag, har 16 dystir eru á skránni seinnapartin í samband við stríðið um áttantapartsfinalurnar.

Trý føroyingafeløg eru eftir í kappingini.

1/16-finalurnar í NM Cup (føroyingarnir):

13.30:
Fredrikstad -
Rosenborg
Mikkjal Thomassen, venjari - Brandur Hendriksson spælir helst ein leiklut á vøllinum. Jóannes Bjartalíð ikki komin heilt fyri seg enn

15.00: 
Sandnes Ulf - Odds BK
Gullbrandur Øregaard

Arendal - Bryne
Noah Mneney

Fredrikstad hevur fingið heilt góða byrjan sum uppflytari í Eliteseriuni og er á 6. plássi eftir 6 umfør. Sunnudagin vann liðið á Sandefjord, og nú vitjar Rosenborg liðið hjá Mikkjali Thomassen. Brandur Hendriksson spældi stóran leiklut í seinasta steypasigrinum - spurningurin er, hvussu nógv skálvíkingurin spælir í dag. Jóannes Bjartalíð er byrjaður at venja við bólti aftur, men er ikki tøkur til dyst enn.

U21-landsliðsspælararnir Noah Mneney og Gullbrandur Øregaard hava heilt ymiskar uppgávur: Gullbrandur og teir skulu helst spæla ein verjudyst móti Odds frá bestu deildini, meðan Noah og Bryne eru favorittar móti Arendal í triðbestu deildini. Noah skoraði í síðsta umfari. 21-ára gamli miðvallarin fær steypadystirnar, men ananrs er soltið við spælitíð hjá hartarbeiðandi miðvallaranum. 

[object Object]
Gullbrandur hevur vanliga stóran leiklut hjá liðnum úr næstbestu deildini - eisini á U21-landsliðnum (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder