Hondbóltur

Ein vika til heimadystin móti Norðurmakedónia

Næsta vika verður avgerandi fyri, hvørt Føroyar koma til HM-endaspælið í manshondbólti næsta ár ella ikki.

Føroyar skulu royna at spæla seg til eitt endaspæl aftur. Fyrst snýr tað seg tó um heimadystin, og hann er á skránni á Hálsi um eina viku, mikudagin 8. mai klokkan 19 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyar skulu royna at spæla seg til eitt endaspæl aftur. Fyrst snýr tað seg tó um heimadystin, og hann er á skránni á Hálsi um eina viku, mikudagin 8. mai klokkan 19 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-01 16:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku menninir vóru til EM-endaspælið í Berlin í januar, føroysku kvinnurnar skulu til EM-endaspæl í Basel í november-desember, og skjótt skulu føroysku menninir royna at syrgja fyri føroyskum hattrikki.

Orsakað av sigrum seinastu árini og endaspælsplássinum í fjør hoppaðu Føroyar hesaferð tey bæði fyrstu umførini í undankappingini um. Harvið er tað tað eina umafarið, play-off umfari, ið er galdandi.

Har fingu Føroyar helst best hugsandi lutakastið: Norðurmakedónia. 

Kiril Lazarov er nú venjari og ikki spælari. Liðið hevur tó fleiri spælarar, ið hava Champions League í ár, og tað verður ein stór avbjóðing fyri Føroyar - serliga útidysturin Í Skopje 12. mai frammanfyri einum 6.000 larmandi heimaáskoðarum.

Fyrst snýr tað seg tó um heimadystin, og hann er á skránni á Hálsi um eina viku, mikudagin 8. mai klokkan 19. Tað verður fullsett, og stórt upphitingartiltak verður í OY frá klokkan 16.

Les eisini: Stór upphiting undan heimadystinum móti Norðurmakedónia

Spenningurin økist. Størsti parturin av hópinum savnast sunnukvøldið, og allir eru uppá pláss mánadagin. 

Føroyski hópurin:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Eyka: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Eyka: Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Vengur:
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder