Fótbóltur

Týðandi sigur fyri Fredrikstad

Sendi Rosenborg út úr steypakappingini seinnapartin.

(Mynd: Fredrikstad Fotballklubb)

(Mynd: Fredrikstad Fotballklubb)

2024-05-01 16:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

23 ára gamli Oscar Aga gjørdist dystaravgerandi, tá føroyingafelagið, Frederikstad, í dag møtti Rosenborg í triðja umfari av norsku steypakappingini.

Brandur Hendriksson byrjaði inni í heimadystinum í dag, men var í 70. minutti skiftur út við hendan Oscar Aga, sum Fredriksstad hevur leigað frá júst Rosenborg BK úr Tróndheimi.

Og Aga gjørdi ikki mætari enn at senda felagið, ið hevur rættin til hann, út úr steypakappingini til stóra frøi fyri leikarar og fjepparar úr Fredrikstad.

Málið fall í yvirtíðini.

[object Object]Oscar Aga skoraði fyri Fredrikstad í yvirtíðini (Mynd: Fredrikstad Fotballklubb)

Fredrikstad eru sostatt millum tey 16 liðini, sum eru í pottinum, tá lutakast verður til fjórða umfar í steypakappingini, ið verður spælt um eina viku. Í Noregi hevur altíð verið gjørt nógv burtur úr steypakappingini, ið verður kallað Norgesmesterskapet.

Rosenborg er tað liðið í Noreg, sum saman við Odd, hevur vunnið steypakappingina flest ferðir – 12 ferðir tilsamans.

Men Fredrikstad hevur eisini drúgvar royndir í norsku steypakappingini, sum felagið hevur vunnið 11 ferðir. Tað er tó 18 ár síðan Frederikstad vann seinast.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder