Fótbóltur

Ásla og Piteå eru steypavinnarar

Avgjørdu móti við brotssparki í 94. minutti. Føroyski landsliðsliðskiparin kom á vøllin stutt áðrenn til søguligu løtuna.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-01 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðið hjá Áslu Johannesen spældi á heimavøllinum hjá favorttinum Häcken. Beint yvir 6.000 áskoðarar sóu heimaliðið hava bóltin meira, men Piteå skora einasta málið.

Hetta var við brotssparki í yvirtíðini. Tað var innskifta Enma Viklund, ið tók ábyrgd og sendi Piteå í ein sigursrús.

Føroyski landsliðsliðskiparin Ásla Johannesen kom á vøllin  stutt frammanundan. Hon kann nú fegnaast um hennara størstu løtu sum yrkisspælari og søguligt steyp í Svøríki.

18-ára gamla hoyvíkskvinnan Jóhanna Fossdalsá Sørensen, sum í landsliðshøpi umboðar Danmark, spældi fullan dyst fyri Häcken.

Svenska steypafinalan hjá kvinnum 2024
BK Häcken - Piteå IF 0-1 (0-0)

Vit ynskja Áslu Johannesen hjartaliga tillukku við steypagullinum.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder