Fótbóltur

Gullbrandur og teir vunnu á Eliteseriuliði eftir málveitslu

Stórt úrslit fyri Sandnes Ulf í norsku steypakappingini. Gullbrandur Øregaard spældi 90 minuttir í 5-4 sigrinum á Odds. Noah og Bryne eru eisini víðari, umframt Fredrikstad. Lutakast til 1/8-finalurnar hevur verið.

Gullbrandur Øregaard í U21-landsdysti móti Kroatia í fjør, har hann stóð seg væl. Føroyingurin, sum er uppvaksin í Noreg, fær stórt álit hjá Sandnes (Mynd: Bjarni Enghamar)

Gullbrandur Øregaard í U21-landsdysti móti Kroatia í fjør, har hann stóð seg væl. Føroyingurin, sum er uppvaksin í Noreg, fær stórt álit hjá Sandnes (Mynd: Bjarni Enghamar)

2024-05-02 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1/16-finalurnar í norsku steypakappingini var á skránni í gjár. Sum vit skrivaðu um í gjár, vann Fredrikstad 1-0 á stórfelagnum. Tvey onnur feløg við føroyskari umboðan spældu eisini og vunnu seg víðari.

Hjá Sandnes Ulf var tað meira óvæntað. Odds BK úr Eliteseriuni vitjaði, har Gullbrandur Øregaard millum annað skuldi taka sær av Ole Erik Midtskogen, sum í 2020 spældi fyri KÍ.

Tað var ikki tann besti dysturin at spæla miðverji, tí tað endaði 5-4. Tað var tó ógvuliga gott at spæla við Sandnes Ulf. Liðið, sum liggur í niðaru hálvu í næstbestu deildini, sigraði á liðnum, ið liggur mitt á stigatalvuni í fremstu røð. Stuttlig uppliving hjá Gullbrandi.

Hansara U21-landsliðsliðfelagi hevði heilt øðrvísi uppgávua. Bryne var favorittur í Arendal og fekk einasta málið í dystinum ímóti liðnum úr triðbestu deildini. Noah Mneney spælir ikki nógv í OBOS-deildini, men í steypakappingini fær 21-ára gamli miðvallarin fulla spælitíð.

NM Cup 2024 1/16-finalur
Í gjár, mikudagin 1. mai

Fredrikstad - Rosenborg 1-0 (0-0)
Brandur Hendriksson spældi 70 minuttir. Jóannes Bjartalíð er júst komin aftur eftir skaða og sat á bonkinum allan dystin. Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari og Elisabet Vang er fysisikur venjari

Sandnes Ulf - BK Odds 5-4 (3-2)
U21-landsliðsspælarin Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan dystin í miðverjuni hjá Sandnes, ið vanliga spælir eina deild hægri enn Odds

Arendal - Bryne 0-1 (0-1)
Soltið við spælitíð hjá Noah Mneney, sum tó higartil hevur fingið fulla spælitíð í dystum í steypakappingini

Lutakastið til áttandapartsfinalurnar, ið verða spældar í næstu viku, hevur eisini verið. Har varð greitt, at Bryne skal spæla móti Stabæk (eisini úr OBOS-deildin), Fredrikstad skal á vitjan hjá Raufoss úr næstbestu deildini, og Sandnes Ulf hittir Eidsvold úr triðbestu norsku deildini.

NM Cup 2024 1/8-finalur
Mikudagin 8. mai

Stabæk Bryne
Raufoss - Fredrikstad 
Eidsvøld - Sandnes Ulf

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder