placeholder
Fótbóltur

Øll hava atgongd

Ljós verður hesa vikuna varpa á umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek. Hetta verður millum annað at síggja til stórsteypadystin hjá monnum í morgin.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-03-02 16:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF skrivar, at hesa vikuna skipar altjóða felagsskapurin CAFE (Centre for access to football in Europe) fyri “Week of Action”, ið hevur til endamáls at varpa ljós á umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek. Vikan hevur fingið heitið #TotalAccess.

Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar skrivaðu í januar mánað undir samstarvsavtalu, ið millum annað hevur til endamáls at breiða út parafótbólt kring alt landið. Ein náturligur partur av hesum er, at tryggja at øll hava eins góð atkomuviðurskifti til fótbóltsvøllirnar kring landið.

FSF luttekur í #TotalAccess vikuni. Til stórsteypadystin hjá monnum á Tórsvølli í morgin fara parafótbóltsspælarar at fylgja liðunum hjá HB og B36 á vøllin.

CAFE og Parasport Føroyar samstarvað, og tí sambandi verður seinni í ár skipa fyri verkstovu, har umboð frá CAFE koma at kunna føroysku feløgini um, hvussu ein tryggjar góð atkomuviðurskifti fyri øll. Umboðini fara eisini at hyggja eftir nøkrum leikvøllum í Føroyum og koma við uppskotum til betring.

Møguleiki er at lesa meira um arbeiðið hjá CAFE her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder