Hondbóltur

Tróndur: - Eg vil hjálpa liðnum so væl sum gjørligt

Skaðadarvaði Tróndur Mikkelsen er komin fyri seg, og Kristiansand helt sær tíbetur í bestu norsku deildini. Nú snýr tað seg um heimadystin í HM play-off umfarinum. - Skulu fáa gott úrslit og góða kenslu mikukvøldið.

- Dysturin í Føroyum er tað mest umráðandi. Vit skulu koma herfrá við einari góðum úrsliti og einari góðari kenslu. Tað verður ordliga torført at spæla í Skopje, tí tann heimavøllurin er ein av teimum bestu í heiminum, sigur Tróndur Mikkelsen við Portalin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Dysturin í Føroyum er tað mest umráðandi. Vit skulu koma herfrá við einari góðum úrsliti og einari góðari kenslu. Tað verður ordliga torført at spæla í Skopje, tí tann heimavøllurin er ein av teimum bestu í heiminum, sigur Tróndur Mikkelsen við Portalin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-06 07:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin í seinastu viku tryggjaði Kristiansand sær pláss í Rema 1000-deildini fyri kappingarárið 2024/2025. Hetta var eftir sigur í triðja og avgerandi upp- og niðurflytingardystinum móti Melhús úr næstbestu norsku deildini.

Sí eisini: Føroyingar gjørdu bart í avgerandi dystinum hjá Kristiansand

Tríggir føroyingar hava spælt við Kristiansand hetta kappingarárið. Bjarni í Selvindi fer nú víðari til Val í Íslandi, tað er óvist um Helgi Hildarson Hoydal heldur fram í felagnum, men Tróndur Mikkelsen hevur sáttmála fyri 2024/2025 eisini. Tí merkti sigurin hóskvøldið nakað serligt fyri 23-ára gamla havnarmannin. Tað staðfestir hann fyri Portalinum í samband við landsliðsvenjing í Hoyvík.

- Tað var ógvuliga umráðandi fyri meg, tí eg havi eitt ár eftir av sáttmálanum. Av tí at Kristiansand heldur fram í Rema1000-deildini, so fái eg eisini hildið fram og skal ikki út at finna mær eitt nýtt felag knappliga.

At spæla fyri eitt botnlið í norsku deildini er tó ikki málið hjá landsliðsbakkinum, og Kristiansand vil eisini meira.

- Til næsta kappingarár skulu vit rætta uppá ymiskt, ið ikki hevur eydnast so væl. Hava millum annað verið hart raktir av fleiri skaðum, og sum sæst er okkara toppstig væl hægri enn eitt niðurflytingarspæl – fingu til dømis bronsu í steypakappingini. Vit vilja heldur vera í ovara endaspælinum, og tað er íhvussu er málið hjá Kristiansand næsta kappingarár, staðfestir Tróndur.

[object Object]
Tróndur Mikkelsen fegnast um EM-pláss eftir dystin í Eysturríki í fjør. Nú HM-pláss stendur uppá spæl, er havnarmaðurin til reiðar aftur. Hann kann gerast serliga týdningarmikil í verjupartinum (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Kroppurin og føroysku fyritreytirnar

Beint nú skal Tróndur Mikkelsen hugsavna seg um at vera heilt til reiðar til dystirnar um HM-pláss hesa vikuna. Hann er sjálvur ein av teimum skaðadarvaðu Kristiansand-spælarunum hetta kappingarárið - kroppurin hjá bakkinum, sum ikki heilt fekk skotið undir EM-endaspælinum, er tó í betri standi nú:

- Eg kenni meg væl. Knæðið er so at siga heilt gott, og økslin er við at vera har. Føli at eg eri til reiðar til uppgávurnar móti Norðurmakedónia. Eg vil gera alt fyri halda mítt pláss á landsliðnum og vísa, at eg kann vera við her og hjálpa liðnum so væl sum gjørligt.

Sí eisini: Tróndur er nú tøkur aftur

Til seinast spyrja vit Trónd Mikkelsen, hvat er mest týdningarmikið hjá Føroyum fyri at koma til enn eitt endaspæl. Har er hann púra greiður:

- Dysturin í Føroyum er tað mest umráðandi. Vit skulu koma herfrá við einum góðum úrsliti og einari góðari kenslu. Tað verður ordliga torført at spæla í Skopje, tí tann heimavøllurin er ein av teimum bestu í heiminum. Vit kunnu til dømis ikki fara til Norðurmakedónia við minus fimm - kunnu vinna útidystin men at hava eina leiðslu við vildi avgjørt verður best.

Tróndur og hinir spæla á Hálsi mikudagin 8. mai - útselt er til dystin. Sunnudagin 12. mai klokkan 17 standa eini 6.000 norðurmakedónar til reiðar í Skopje, har endaliga avgerðin um HM-plássið fellur. Samanlagdi vinnarin skal spæla endaspæl í januar 2025.

[object Object]
Tróndur Mikkelsen var skaddur áðrenn EM, partvíst undir EM og serliga eftir endaspælið í Týsklandi. Nú er støðan hjá 23-ára gamla bakkinum ikki so galin, og hann er ógvuliga uppsettur til mikudagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
Umleið 100 føroyskir áskoðarar fara til Skopje at stuðla
Nú savnast landsliðið í sambandi við stóru HM-uppgávurnar

Meira úr føroysku landsliðsleguni seinni í dag - liðið venur saman í Hoyvíkshøllini frá klokkan 10 

Føroyski hópurin til HM-dystirnar móti Norðurmakedónia:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Eyka: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Eyka: Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Vengur:
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder