Tað er bert tann eini dysturin í 9. umfari í Betrideildini í dag. Tað er eisini talan um stórdystin í umfarinum - ein uppgerð sum kann verða ógvuliga týðandi fyri kappingarárið hjá feløgunum og fyri Betrideildina sum heild.
KÍ hevur tapt fyri bæði B36 og HB og hevur ikki ráð at tapa ímóti Víkingi eisini í fyrsta triðinginum. Av tí at Víkingur hevur fult stigatal, verða níggju stig ímillum liðini eftir fyrsta triðingin, um víkingarnir vinna í Klaksvík í dag.
So verður nógv at heinta hjá KÍ sum ikki hevur verið í sannførandi, og í løtuni hevur Espen Haug sum fyribils venjara. Fyrrverandi hjálparvenjarin hevur skift til 4-3-3 og hevur nakrar spælarar, sum eru tøkir aftur eftir skaða. Jákup Biskopstø Andreasen er tó langtíðarskaddur, og trýfaldu føroyameistararnir mangla framvegis føstu miðverjarnar: Heina Vatnsdal og Odmar Færø.
Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur verið sannførandi í Betrideildini og nærkast metinum fyri sigursrøð hjá KÍ og HB. Tað er á 23 dystum - Víkingur hevur nú 21 á rað. Tað var tungur burður móti AB í steypadystinum mikukvøldið. Longd leiktíð skuldi til, men tá spardi Víkingur fleiri lyklaspælarar. Nú vera Sølvi Vatnhamar og Jákup Johansen við aftur - Finnur Justinussen og Ari Olsen eru millum teir ivasomu.
Roknast kann við einum tøttum dysti við Djúpumýru í dag. Hann byrjar klokkan 15. Víkingur vann teir báðar dystirnar móti KÍ í seinnu hálvu í fjør.
Betrideildini 9. umfar
Í dag, sunnudagin 12. mai
15.00: KÍ - Víkingur
Støðan Betri deildin menn
1. Víkingur 24 stig
2. HB 21 stig
3. KÍ 18 stig
4. NSÍ 15 stig
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 10 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 1 stig
Tríggir dystir eru á skránni í annaðkvøld og ein týskvøldið.
Mánadagin 13.05:
18.30:
NSÍ - 07 Vestur
Skála - HB
19.00: B36 - EB/Streymur
Týsdagin 14.05:
18.00: B68 - ÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald