Fótbóltur

Video: Daniel skorar tvey dreymamál fyri Thisted

25-ára gamli føroyski vinstri bakkurin nýtti sítt góða vinstra bein væl. Tað rakk tó ikki til sigurs í lykladystinum, og Thisted stendur til at flyta niður úr triðbestu deildini..

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-12 14:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Thisted tapti í gjár á útivølli móti FA2000, sum er beinleiðis kappingarneyti í niðurflytingarstríðnum. 

Liðið við Danieli Johansen, Heina Fossdalsá Sørensen og John Frederiksen kundi annars yvihálað FA2000, men tað endaði 4-2 á Frederiksberg.

Tað jaliga er, at U21-landsliðsspælarin Heini Sørensen fær nógvar minuttir í vaksnamannafótbólti, og at Daniel Johansen stendur seg væl í serliga álopskenda partinum.

Í gjár skoraði 25-ára gamli vinstri bakkurin tvey góð mál: Eitt beinleiðis fríspark til 1-1 í fyrra hálvleiki, og eitt høgg úr rímiliga spískum vinkli í 69. minutti til 2-3. Málini síggjast niðanfyri.

Thisted er nú fýra stig niðanfyri strikuna. Fimm umfør eru eftir í triðbestu donsku deildini.

Sum skilst heldur í øllum førum Daniel Johansen ikki fram í felagnum. Hann var í A-landsliðshópinum fyrr í ár og fer helst eitt stig upp í donskum fótbólti eftir summarsteðgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder