Fótbóltur

HB-dreingir sannførandi í Aalborg City Cup

A-liðið vann 3-1 í finaluni um vikuskiftið.

2024-05-13 17:00 Author image
Innsent
placeholder

6. mai fór eitt ferðalag til Danmarkar við 20 U9 HB garpum, saman við høvuðsvenjaranum John Hera Dam, hjálparvenjarum, foreldrum og systkjum, at luttaka í Aalborg City Cup.

Dreingirnir vórðu býttir upp í trý lið í tríggjar ymiskar bólkar. Áðrenn sjálv kappingin byrjaði, varð lagt út við vinardystum, har tey trý liðini sluppu at royna formin ímóti Aalborg KFUM.

Dagin eftir, fyrrapartin hósdagin, byrjaði sjálv kappingin. Øll liðini spældu hvør sínar tveir dystir og síðani ein dyst fríggjadagin. Harvið endaði bólkaspælið, og farið varð beinleiðis víðari til endaspælið.

Leygardagin varð endaspurturin settur. Tá høvdu b- og c-liðið roynt at tapt, spælt javnt og vunnið. Meðan a-liðið við fullum stigatali og einari málskoru á heili 33-1 skuldi royna at halda á fram við flottu úrslitunum.

Fleiri av leikarunum høvdu ligið við búkilsku upp til dystirnar, men stríðsandin bilti onki og vóru allir klárir frá fyrsta bríksli. Í fagrasta summarveðri leygardagin, fóru dystirnir í gongd.

C-liðið gjørdist í fyrstu royndini akkurát ov stuttir og endaðu samanlagt á einum 17. plássi. B-liðið skuldi nú royna seg. Hetta var ein tættur dystur, ið endaði við at HB tapti uppá brotssparkskapping og endaðu á einum 12. plássi.

A-liðið megnaði at spæla seg í finaluna, har teir skuldu møta Brønderslev, ið eins og HB hevði vunnið allar sínar dystir, tó ikki eins sannførandi.

So spenningurin var stórur undan dystinum. Leikarar og foreldur frá FC Hoyvík vóru komin at vísa sín stuðul, og setti hetta ein serligan dám yvir dystin. Skjótt sást, at dreingirnir úr Brønderslev ikki fóru at verða eins lættir at syfta, sum hinir hava verið.

Støðan í hálvleikinum var 1-0 til HB. Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Brønderslev, og so leikaði hart á í báðum endum. Mitt í seinna hálvleiki kom HB framum 2-1, og móti dystarenda økti HB til 3-1, og so var mest sum avgjørt.

Stutt aftaná bríkslaði dómarin dystin av og ovurfegnir leikarar, venjarar, foreldur og systkin tustu út á vøllin at fagna vinnararnar. Leikararnir vilja takka: Tignir, Tatanka, Betri, Norðoya Sparikassa, Vøruhúsinum á Hjalla og SMS fyri hollan stuðul. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder