Fótbóltur

Fýra dystir í Betri-deildini í kvøld

Botngysarin millum B68 og ÍF verður spældur í annaðkvøld.

HB hevur møguleika at leggja seg undir liðina á Víkingi í oddinum, um tað eydnast at basa Skála í kvøld (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

HB hevur møguleika at leggja seg undir liðina á Víkingi í oddinum, um tað eydnast at basa Skála í kvøld (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-13 18:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tríggir dystir í níggjunda umfari av kappingini, verður gjøgnumført í kvøld.

Oddabrakið í hesum umfarinum varð spælt í Klaksvík í gjár millum KÍ og Víking, og sum kunning eydnaðist klaksvíkingum at støðga sigursrøðini hjá Víkingi. Heimaliðið vann 2-1.

Les eisini: KÍ koppaði Víkingi og støðgaði sigursrøðini

HB hevur í kvøld møguleika at leggja seg undir liðina á Víkingi í stigatali, um teir vinna útidystin móti Skála. Fyri B36 er tað vælsaktans av stórum týdningi at fáa eitt gott úrslit aftur eftir eina slaka gongd í seinastuni.

Og so er sjálvandi eisini stórur spurningur á Toftum undan botngysaranum millum B68 og ÍF. Hesi liðini hava bæði einans fingið eitt stig higartil í kappingini. Tann dysturin verður spældur í annaðkvøld.

Dystirnir í kvøld eru hesir:
Kl. 18.30: Skála ÍF – HB
Kl. 18.30: NSÍ – 07 Vestur
Kl. 19: B36 – EB/Streymur

Í morgin:
Kl. 18: B68 – ÍF 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder