Fótbóltur

HB er nú undir liðini á Víkingi

Er greitt eftir 3-0 sigur á Skála - tann sjeyndi á rað hjá HB í Betrideildini. B36 í betri støðu eftir at Gutti Dahl-Olsen avgjørdi móti barndómsfelagnum. NSÍ gjørdi bart við 4-1 sigri á 07 Vestur.

Mohammed Samba hevur verið skaðadarvaður, men í kvøld legði hann upp til síðsta málið hjá HB á Skála. Bæði HB og Víkingur hava 24 stig eftir fyrsta triðingin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mohammed Samba hevur verið skaðadarvaður, men í kvøld legði hann upp til síðsta málið hjá HB á Skála. Bæði HB og Víkingur hava 24 stig eftir fyrsta triðingin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-13 23:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 9. umfari í Betrideildini vórðu spældir í kvøld.

Á Skála kom einki mál í 1. hálveiki, men beint eftir steðgin fekk Eivind Restorff Mouritsen hol á. 20-ára gamli miðvallarin er í gongd við veruligt gjøgnumbrot. Javngamli Áki Samuelsen og innskifti Mikkel Dahl komu á máltalvuna innan seinastu tíggju minuttirnar, tá HB punkteraði dystin eftir skjót og effektiv álop.

Víkingur tapti í Klaksvík í gjár, og harvið hevur HB eins nógv stig sum Víkingur eftir fyrsta triðingin. HB tapti í Sarpugerði í 2. umfari - síðani hava Adolfo Sormani og hansara menn bert vunnið.

[object Object]
Adolfo Sormani hevur fingið ógvuliga góða byrjan í HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Samstundis sum HB sigraði á Skála, spældu NSÍ og 07 Vestur hinumegin fjørðin. Har gekk skjótt hjá NSÍ, sum var uttan Petur Knudsen. Aðrir traðkaðu til: Búi Egilsson sló til tvær ferðir fyrstu tíggju minuttirnar, tá hann tók sakina í egnar hendur. Steffan Løkin og Jasper van der Heyden skoraði síðani hvør sítt mál - teir løgdu eisini upp til hvønn annan.

07 Vestur fekk nakað av spenningi í beint fryi steðgin, men tryggur sigur til NSÍ, ið hevur 18 stig og er á evropeiskum plássi eftir fyrsta triðingin. Liðið hjá Jens Wedeborg stendur seg væl.

[object Object]
Búi Egilsson varð tvífaldur málskjútti hjá NSÍ í 4-1 sigrinum hjá 07 Vestur. Hann hevur skorað trý mál seinastu tvey umførini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í Gundadali vann B36 sín fyrsta Betrideildardyst síðani 1. apríl (3. umfar). Hetta syrgdi Gutti Dal-Olsen fyri við máli móti barndómsfelagnum. U21-landsliðsáleyparin byrjaði inni og skoraði við stútara í 13. minutti. Hetta var eftir hornasparksstøðu.

EB/Streymur var aftur væl við og spældi tættan dyst móti einum av ovaru liðunum, men fekk heldur ikki hesaferð nakað ítøkiligt burturúr. Sera umráðandi sigur hjá B36, sum var betri í serliga 2. hálvleiki og yvirhálaði 07 Vestur. Fyrsti triðingur hevur tó als ikki verið nøktandi fyri Dan Brimsvík og hansara menn. 

[object Object]
Gutti Dahl-Olsen gjørdi bart ímóti barndómsfelagnum - her sum EB/Streymari í Gundadali ímóti B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Betrideildin 9. umfar
Í dag, mánadagin 12. mai
Skála - HB 0-3 (0-0)
47' Eivind Restorff Mouritsen 0-1
81' Mikkel Dahl 0-2
84' Áki Debes Samuelsen 0-3

Sí meira um dystin

NSÍ – 07 Vestur 4-1 (3-0)
4' Búi Egilsson 1-0
10' Búi Egilsson 2-0
34' Steffan Løkin 3-0
45' Filip Brattbakk 3-1
58' Jasper van der Heyden 4-1

Sí meira um dystin her

B36 – EB/Streymur 1-0 (1-0)
13' Gutti Dahl-Olsen 1-0

Sí meira um dystin her

Í gjár, sunnudagin 12. mai
KÍ - Víkingur 2-1 (1-1)
5' Sølvi Vatnhamar 0-1
28' Árni Frederiksberg 1-1
87' Dávid Biskopstø Andreasen 2-1

Sí eisini: KÍ koppaði Víkingi og steðgaði sigursrøðini

Í morgin, týsdagin 14.05:
18.00: B68 – ÍF 

Støðan Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 24 stig
2. HB 24 stig
3. KÍ 21 stig
4. NSÍ 18 stig 
5. B36 14 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 10 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig * 
10. ÍF 1 stig *

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder