Seinasti dysturin í 9. umfari og øllum fyrsta triðingi í Betrideildini verður spældur á Svangaskarði í kvøld. Talan er um ein dyst, ið kann fáa stóran týdning fyri botnstríðið.
Betrideildin 9. umfar
Týsdagin 14.05:
18.00: B68 – ÍF
Í gjár, mánadagin 12. mai
Skála - HB 0-3 (0-0)
47' Eivind Restorff Mouritsen 0-1
81' Mikkel Dahl 0-2
84' Áki Debes Samuelsen 0-3
NSÍ – 07 Vestur 4-1 (3-0)
4' Búi Egilsson 1-0
10' Búi Egilsson 2-0
34' Steffan Løkin 3-0
45' Filip Brattbakk 3-1
58' Jasper van der Heyden 4-1
Sí meira um dystin her
B36 – EB/Streymur 1-0 (1-0)
13' Gutti Dahl-Olsen 1-0
Sí meira um dystin her
Sunnudagin 12. mai
KÍ - Víkingur 2-1 (1-1)
5' Sølvi Vatnhamar 0-1
28' Árni Frederiksberg 1-1
87' Dávid Biskopstø Andreasen 2-1
Sí eisini: KÍ koppaði Víkingi og steðgaði sigursrøðini
Støðan Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 24 stig
2. HB 24 stig
3. KÍ 21 stig
4. NSÍ 18 stig
5. B36 14 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 10 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig *
10. ÍF 1 stig *
* Ein dyst færri
Talan hevur verið um vánalig kappingarár higartil hjá B68 og ÍF. Tey eiga ongan sigur enn í Betrideildini og eru undir strikuni. Nú bresta tey saman á Svangaskarði.
Har hevur B68 einki stig fingið í ár, og trýst er á Jákupi á Borg og hansara monnum. Hetta er ein dystur, sum man metir skal vinnast.
Soleiðis hava teir tað eisini í Fuglafirði, har Jákup Martin Joensen fyri stuttum hevur tikið yvir. Tað hevur sæð fínt út seinastu dystirnar, men stig skulu í hús.
Í fjør vann B68 tveir av innanhýsis dystunum millum feløgini. Í seinasta umfarinum endaði tað við javnleiki í Fuglafirði.
Dysturin byrjar klokkan 18, hann sæst á Televarpinum og til ber at fylgja við á forsíðu okkara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald