- Vit spældu seks dystir, har okkara dreingir vórðu avbjóðaðir eitt sindur meir enn vanligt. Teir stríddust fyrimyndarliga, og tað var eisini hugaligt at síggja, at teir tordu at spæla fótbólt í pressaðum støðum. So eg eri væl nøgdur við tað, ið vit sóu frá okkara dreingjum hesar dagarnar.
Tað sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Frrá 6. til 11. mai tók liðið lut í EfB Elite Cup, ið er ein fótbóltsstevna, sum á hvørjum ári verður fyriskipað í Esbjerg í Danmark.
Føroysku mótstøðuliðini vóru feløg úr Danmark, Noregi og Svøríki. Úrtøkan gjørdist tríggir sigrar, tveir javnleikir og eitt tap, og samlaði málmunurin var 8-5 til Føroyar.
Myndir: fsf.fo
Jónas Fossabrúgv skoraði trý mál samanlagt, Emil Ludvig skoraði tvey, meðan William Hansen, Emil Linklett og Pætur Højgaard gjørdu hvør sítt mál.
– Tað var eisini deiligt at síggja, at nógv av tí, ið vit hava lagt dent á undir venjing, sást aftur í dysti. Millum annað riggaði serliga væl at leggja verjuspælið frammaliga á vøllinum, har okkara fremstu skuldu leggja høgt press. Spælararnir vístu dirvi, og tað var sera positivt at vit megnaðu at skora í øllum dystunum, sigur Jógvan Martin Olsen við fsf.fo
Tað næsta á skránni hjá U15 dreingjunum er UEFA menningarkapping, sum verður í Albania í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald