Fótbóltur

Málleyst millum tey sigursleysu á Svangaskarði

Bartal Páll Klein brendi brotsspark í 1. hálvleiki. Seinni hálvleikur var undirhaldandi, og bæði botnliðiðið høvdu stórar møguleikar - nú hava B68 og ÍF tvey stig hvør.

Jákup á Borg roynir at fáa sítt lið frameftir vøllinum, men B68 hevur bert skorað fýra mál í Betrideildini í ár. Liðið liggur eisini til niðurflyting eftir fyrsta triðingin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jákup á Borg roynir at fáa sítt lið frameftir vøllinum, men B68 hevur bert skorað fýra mál í Betrideildini í ár. Liðið liggur eisini til niðurflyting eftir fyrsta triðingin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-14 20:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í 9. umfari í Betrideildini varð spældur á Svangaskarði í kvøld. Hetta var samstundis seinasti dysturin í fyrsta triðingi. Eftir hann kann staðfestast, at tvey feløg hava spælt allan triðingin uttan at vinna.

Talan er um ÍF og B68, ið brustu saman í kvøld. Hetta var besti møguleikin higartil at vinna sær trý stig, hugsaðu bæði teir á báðum liðunum helst. Nógv varð eisini lagt fyri. ÍF var eitt sindur meira varið í 1. hálvleiki men hevði eisini vandastøður.

Størsta møguleikan fekk B68 í 38. minutti, tá Heini Ziskason Viðoy metti, at bólturin kom á armin hjá Tóra Nolsøe Olsen, ið blokeraði eitt skot. Bartal Páll Klein dribblaði og skeyt, og nú skuldi 17-ára gamli álopskendi havnamaðurin skjóta brotsspark. Bartal rakti yvirleggjarin og 0-0 í steðginum.

Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið á Toftum. Tað var tó ógvuliga lívligt í 2. hálvleiki, har tað var týðiligt, at bæði B68 og ÍF veruliga fóru eftir sigrinum. Villiam Emil Klein rakti stongina hjá ÍF, og Jhon Mena rakti stongina í hinum endanum eftir flotta atgerð. Mena var mest vandamikli ÍF-spælarin, og útiliðið hótti meira seinastu løtuna, har Dánjal á Lakjuni eisini var nær við.

Helst eitt slag av ónøgd hjá báðum liðunum, sum longu hittast aftur um eina viku. Tá verður tað í Fuglafirði, og tað verður ikki minni umráðandi at vinna tá. Jákup Martin Joensen og Jákup á Borg kunnu tó fegnast eitt sindur um, at man er nærri strikuni, og at málið varð hildið reint fyri fyrstu ferð í Betrideildini í ár.

Betrideildin 9. umfar
Í dag, týsdagin 14.05
B68 – ÍF (0-0)

Sí meira um dystin her

Støðan Betri deildini hjá monnum eftir fyrsta triðingin
1. Víkingur 24 stig
2. HB 24 stig
3. KÍ 21 stig
4. NSÍ 18 stig 
5. B36 14 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 10 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 2 stig 
10. ÍF 2 stig 

Í gjár, mánadagin 12. mai
Skála - HB 0-3 (0-0)
47' Eivind Restorff Mouritsen 0-1
81' Mikkel Dahl 0-2
84' Áki Debes Samuelsen 0-3

Sí meira um dystin her
Sí eisini: HB er nú undir liðini á Víkingi

NSÍ – 07 Vestur 4-1 (3-0)
4' Búi Egilsson 1-0
10' Búi Egilsson 2-0
34' Steffan Løkin 3-0
45' Filip Brattbakk 3-1
58' Jasper van der Heyden 4-1

Sí meira um dystin her

B36 – EB/Streymur 1-0 (1-0)
13' Gutti Dahl-Olsen 1-0

Sí meira um dystin her

Sunnudagin 12. mai
KÍ - Víkingur 2-1 (1-1)
5' Sølvi Vatnhamar 0-1
28' Árni Frederiksberg 1-1
87' Dávid Biskopstø Andreasen 2-1

Sí eisini: KÍ koppaði Víkingi og steðgaði sigursrøðini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder