Fótbóltur

Manchester City nærkast av álvara meistaraheitinum

Erling Håland skoraði bæði málini í trupla útidystinum móti Tottenham í gjárkvøldið. Sunnudagin kann liðið tryggja sær fjórða meistaraheitið á rað við heimasigri á West Ham.

Toppskjúttin í Premier League gjørdi sítt arbeiði væl, tá City var undir ávístum trýsti móti Tottenham (Mynd: EPA)

Toppskjúttin í Premier League gjørdi sítt arbeiði væl, tá City var undir ávístum trýsti móti Tottenham (Mynd: EPA)

2024-05-15 08:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað stóð nógv á Pep Guardiola og hansara monnum, tá Tottenham tók ímóti í næstseinasta umfari í gjárkvøldið. Manchester City skuldi vinna fyri at hava fyrimunin undan seinasta leikdegi. Tvey mál frá einum ávísum norðmanni og stórbjargingar frá eykamálverja skuldu til.

Dysturin bylgjaði eitt sindur aftur og fram, og bæði liðini høvdu góðar møguleikar í 1. hálvleiki. Tottenham kundi hjálpa arvafíggindanum Arsenal við at fáa stig, og hóast allir fjeppararnir ikki ynsktu tað, so legði Tottenham sanniliga nógv fyri. 

Manchester City kom tó á odda fimm minuttir inn í 2. hálvleiki. Hetta var eftir gott uppspæl í høgru og "sjálvandi": Upplegg frá Kevin De Bruyne og mál hjá Erlingi Håland, sum stóð til reiðar í málteignum at seta fótin á harða innleggi.

Tað elvdi til stúran, tá De Bruyne noyddist út við snuddi miðskeiðis í 2. hálvleiki, og Ederson fór sama veg. Málverjin fekk ein stoyt í høvdið í samband við frísparksinnlegg. 

[object Object]
Haaland fegnast eftir seinasta bríksl - aftaná sæst málverjin Stefan Ortega, sum óvæntað fekk stóran leiklut (Mynd: EPA)

Avloysarin Stefan Ortega stóð tó framúr væl. Fyrst bjargaði hann væl roynd frá Kulusevski, og tá Son Heung-min seint í dystinum gjørdist púra fríur eftir stórt mistak í City-verjuni, vann Ortega tvídystin við Tottenham-stjørnuna. Ístaðin fyri 1-1 og stórt trýst á meistararnir kundi útiliðið avgerða og leggja seg tvey stig frammum Arsenal.

Lítla løtu seinni vann City brotsspark, sum Håland púra trygt umsetti til mál. Mál nummar 27 hjá Premier League-toppskjúttanum, 0-2 og City á meistarakós. Einki felag hevur vunnið meistaraheitið fýra ferðir á rað í Premier League-tíðini, so liðið hjá Guardiola skal royna at skriva søgu sunnudagin.

Tað gerst veruleiki við betri úrsliti enn Arsenal. West Ham vitjar í Manchester Arsenal skal hava hjálp frá West Ham og samstundis vinna á heimavølli móti Everton.

Tapið hjá Tottenham ger eisini, at tað er endaliga greitt, at Aston Villa kemur í Champions League saman við Liverpool, Arsenal og City. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder