Fótbóltur

Jónas fer aftur til barndómsfelagið

22-ára gamli miðvallarin og B68 hava støðgað samstarvinum. Jónas Warner verður ein styrkur hjá B71 í stríðnum fyri at flyta upp í Betrideildina.

Jónas skal spæla við barndómsfelagnum B71 í seinnu hálvu. Tað gjørdi hann eisini í fjør - tá var sandingurin leigaður til B71 úr B68. Sáttmálin við B68 er ikki galdandi longur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jónas skal spæla við barndómsfelagnum B71 í seinnu hálvu. Tað gjørdi hann eisini í fjør - tá var sandingurin leigaður til B71 úr B68. Sáttmálin við B68 er ikki galdandi longur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-15 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jónas Warner spældi í trimum teimum fyrstu dystunum hjá B68 í ár, men stríðsfúsi miðvallarin gavst í felagnum í apríl.

Nú er greitt, at Jónas skal spæla við barndómsfelagnum B71 í seinnu hálvu. Tað gjørdi hann eisini í fjør - tá var sandingurin leigaður til B71 vegna millum annað arbeiði uttanfyri vøllin.

- Jónas hevur tíbetur ikki ætlað at støðga við fótbóltinum og í dag er so greitt at hann hevur játtað seg at hjálpa barndómsfelagnum og gerst tøkur til dyst eftir summarferiuna, tá flytingargluggin opnar.

Tað skrivaði B71 á Facebook-síðu sínari í gjárkvøldið. Jónas Warner verður tøkur um júst ein mánaða - 15. juni - tá vindeygað letur upp. Hetta fer at koma væl við hjá B71, sum 22-ára gamli miðvallarin var lyklaspælari hjá í 2020, 2021 og 2022, umframt í seinnu hálvu í fjør. 

- Fyribils er avtalan til kappingarenda og hettar má sigast vera góður styrkur til besta mansliðið, nú málið er uppflyting og eitt sæti í bestu mansdeildini fyri fyrstu ferð í nógv harrans ár.

[object Object]
Í 2021 vóru Jónas og B71 sera nær við at flyta upp, men AB fór avstað við plássinum (Mynd: Olena Goffe)

B71 liggur á 2. plássi í 1. deild eftir fyrsta triðing. Liðið hevur 17 stig og stendur harvið í løtuni væl í mun til at náa málinum.

Jónas Warner spældi 16 Betrideildardysti við B68. Hann nærkast 100 dystum fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder