Fótbóltur

Skála ÍF fær styrk úr Danmark

Hevur gjørt sáttmála við 18 ára gamlan spælara hjá AC Horsens.

Emil Rosenberg

Emil Rosenberg

2024-05-15 19:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Emil Rosenberg hevur júst undirskrivað sáttmála við Skála ÍF. Hann kemur at leika við Betri deildini hjá monnum og verður við í seinnu hálvi av kappingini. Hetta skrivar Skála Ítróttafelag í tíðindaskrivi í kvøld.

Emil Rosenberg er 18 ára gamal, og hevur spælt við U19-liðnum hjá AC Horsens. Hann er tekniskt dugnaligur miðvallari og hevur góðar bóltførleikar.

Hann byrjaði sína fótbóltsleið í Egebjerg IF, ið er eitt samstarvsfelag hjá AC Horsens. Síðani flutti hann til Horsens FS, gjørdist partur av Talentskolen og endaði síðani á AC Horsens, sum leikari á ungum árum. Hann kemur úr einum trý ára sáttmála við AC Horsens og byrjar nú hjá Skála Ítróttarfelag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder