Fótbóltur

Hørður er skaddur - hevur fingið nýggjan venjara

Íslendingurin Joey Guðjónsson tekur nú við eftir nógv órógv. Føroyski landsliðsmiðverjin er tó framvegis darvaður av skaða í knænum.

Hørður Askham hevur ongan kappingardyst spælt fyri AB í 2024. Meniskurin hevur darvað landsliðsmiðverjan seinastu vikurnar

Hørður Askham hevur ongan kappingardyst spælt fyri AB í 2024. Meniskurin hevur darvað landsliðsmiðverjan seinastu vikurnar

2024-05-16 13:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið eitt heldur óruddiligt uppihald hjá Hørði Askham í søguríka danska felagnum Akademisk Boldklub (AB).

Tað gekk gamaní væl hjá sterka havnarmanninum at vinna sær fast pláss í miðverjini eftir skiftið síðsta summar, og AB stóð seg rímiliga væl í heysthálvuni - serliga í steypakappingini har liðið úr triðbestu deildini millum annað sendi Superliga-felagið Vejle út.

Tíðin í vetur og inn í várið hevur tó ikki verið stuttlig hjá Hørði og liðfeløgunum. Tað hevur verið alment í donsku miðlunum - serliga á bold.dk - at stór ónøgd var við David Roufpanah og serliga um leiðslustílin hansara. Søgur vóru frammi um, at svenski høvuðsvenjarin hevði hótt fysiska venjaran og als ikki var førur fyri at stýra einum hópi og leiða hann.

Úrslitini hava eisini verið ring í 2024. Tveir sigrar í ellivu dystum og eftir tapið fyri Aarhus Fremad leygardagin, varð tað endiliga nóg mikið fyri leiðsluna: Roufpanah fekk sekkin. Avloysarin er longu funnin. 

[object Object]David Roufpanah var illa umtóktur í AB - av spælarum, venjaratoymi og áskoðarum (Mynd: AB)

[object Object]Helst fer Joey Guðjónsson at hóska betri til. 43-ára gamli venjarin er á veg fram (Mynd: ab-fodbold.dk)

Joey (Jóhannes Karl) Guðjónsson hevur bygt seg upp í Íslandi. Sum spælari royndi hann seg í Belgia, Niðurlondum, Spania og í Onglandi - millum annað í Premier League og La Liga. "Joey" spældi 34 A-landsdystir fyri Ísland - harímillum ein ímóti Føroyum. Síðani 2022 hevur hann verið hjálparvenjari á íslendska A-landsliðnum. Frammanundan gjørdi hann vart við seg sum venjari í barndómsfelagnum ÍA á Akranesi.

Nýggi AB-venjarin hevur millum annað verið ársins venjari í Íslandi. Pápi hansara arbeiddi í Føroyum í 2019. Tá var Guðjón Þórðarson venjari hjá NSÍ, og skuldi royndi venjarin millum annað royna at koppa Hørði Askham og HB.

[object Object]
Guðjón Þórðarson kom til NSÍ við royndum úr millum annað enskum fótbólti (Mynd: NSÍ)

[object Object]Hørður Askham hevur ikki spælt í sjey vikur - spurningurin er, um miðverjin kemur á vøllin aftur áðrenn summarsteðgin. Landsliðið fer til Baltic Cup í aðru viku í juni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Joey Guðjónsson hevur tó ikki føroyska landsliðsmiðverjan tøkan - møguliga ikki yvirhøvur. Fimm dystir eru eftir av kappingarárinum, og Hørður Askham er í vikuni byrjaður aftur at venja úti á vøllinum eftir fimm vikur uttanfyri.

29-ára gamli verjuspælarin spældi seinast 26. mars á Brøndby Stadion. Hetta í venjingarlandsdysti fyri Føroyar. Stutt seinni varð varnast, at galið var við meniskinum í øðrum knænum. Nú snýr tað seg um, hvussu uppvenjingin gongur. Landsliðið hevur uppgávur til Baltic Cup 8. og 11. juni. Tað er enn heldur ivasamt, um Hørður heldur fram í AB eftir summarsteðgin.

Í morgin tekur AB ímóti Nykøbing í Gladsaxe. Joey Guðjónsson hevur skrivað undir men ikki heilt tikið við enn - tí stendur Fabiana Alcalá við ábyrgdini. Hon hevur í 2024 havt heitið "sundheds- og performancetræner" í AB. Nú gerst hon fyrsta kvinna við høvuðsábyrgd í einum divisiónsdysti í donskum mansfótbólti


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder