Fótbóltur

Fredrikstad skoraði fýra ferðir og er á 4. plássi

Talan var um fjórða sigurin á rað í Eliteseriuni og annan 4-1 sigurin upp í slag. Brandur Hendriksson spældi 25 minuttir - liðið hjá Mikkjali Thomassen liggur væl fyri.

Mikkjal Thomassen og hansara lið hava nógv at fegnast um. Tað eru fýra føroyingar í Fredrikstad FK (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mikkjal Thomassen og hansara lið hava nógv at fegnast um. Tað eru fýra føroyingar í Fredrikstad FK (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-17 07:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gongur sum eftir ánni hjá Mikkjali Thomassen og hansara monnum í Noreg. Í gjárkvøldið vann Fredrikstad fjórða sigurin á rað í Eliteseriuni, og við steypakappingini var tað sjendi sigurin upp í slag.

Liðið, sum 48-ára gamli føroyingurin er høvuðsvenjari hjá og 26-ára gamla Elisabeth Vang er fysiskur venjari hjá, vann 4-1 á Strømgodset. Í dag er norskur tjóðardagur, og Fredrikstad FK setti hol á veitsluna í sínum býi við góðum spæli og tryggum sigri.

Tað var 3-1 í steðginum. Stian Molde, Morten Bjørlo og Oscar Aga skoraðu fyri Fredrikstad, og eitt mál hjá teimum var sjálvmál.

Brandur Hendriksson spældi sín leiklut. Skálvíkingurin kom inn í 65. minutti, tá støðan var 3-1. Landsliðsmiðvallarin hevur spælt í øllum dystunum í ár, fyriuttan tí eina.

[object Object]
Brandur Hendriksson - í dysti í Oslo í november - var innskiftari í gjárkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Elisabet Vang er annar av fulltíðar fysisku venjarunum hjá Fredrikstad - her í tíðini í KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð er tíverri skaddur og spælir helst ikki áðrenn summarsteðgin. Hann kundi tó hyggja at og fegnast, meðan hann stýrdi Instagram-síðuni hjá Fredrikstad á degnum.

Teir fýra føroyingarnir í Fredrikstad fingu aftur fýra mál og trý stig. Eftir átta umfar í fremstu norsku deildini liggur uppflytarin á 4. plássi, sum gevur atgongd til Evropa. Liðið hjá Mikkjali hevur bert tapt fyri meistarunum Bodø/Glimt og er í fjórðingsfinalunum í NM Cup.

17 stig er meira enn góðtikið higartil - næsta uppgáva er sunnudagin móti Lillestrøm í Oslo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder