Fótbóltur

ÍF og B68 hava framvegis ikki vunnið

Elvio Gelmini bjargaði ÍF eitt stig í yvirtíðini móti B68, ið var í undirtali. Harvið verður EB/Streymur verandi omanfyri niðurflytingarstrikuna hóast tap í Sørvági.

Tvey mál hvør í Fuglafirði, har B68 annars leingi var á sigurskós (Mynd: Sverri Egholm)

Tvey mál hvør í Fuglafirði, har B68 annars leingi var á sigurskós (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-20 17:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir tættir og spennandi dystir í Betrideildini eru spældir seinnapartin - tveir aðrir áhugaverdir eru júst byrjaðir.

Botnbrak var í Fuglafirði, har B68 kom betri frá byrjan og eftir eitt korter var 1-0. Fríði í Túni Petersen rann eina sending upp í høgru, legði væl inn fyri úr høgru, og so var Brian Jakobsen til reiðar. Fyrsta málið hjá áleyparanum í ár. ÍF otaði seg so líðandi longur fram. Tað gekk ikki so væl at skapa upplagdar málmøguleikar men fimm minuttir fyri hálvleik bragdaði: Innlegg frá Gunduri Petersen sum B68 ikki fekk ruddað burtur, og so stútaði hin vongbakkurin Elvio Gelmini bóltin í netið.

B68 kom á odda aftur áðrenn steðgin: Lang og høg sending fram, vánaligt verjuspæl hjá ÍF, sum Brian gjørdi sær dælt av. Fyrst góð temjing og síðani skot av brotsteigarmarkinum sum fór umvegis stongina í mál til 2-1. Útiliðið var nær við at økja í tveimum førum stutt eftir steðgin, men ÍF tók meira og meira yvir og hevði nóg mikið av møguleikum at javna. Tað glapp ikki fyrrenn í yvirtíðini. Hetta var eftir góða sending frá eyðsýnda Jhon Mena og flottum lobbi frá Elvio: Argentinin tvífaldur málskjútti og toppskjútti hjá ÍF í ár.

[object Object]
Elvio Gelmini er umráðandi fyri ÍF og hóskar ógvuliga væl til leiklutin sum vongbakkurin (Mynd: ÍF)

Tá støðan hendi var B68 í undirtali. Nakrar minuttir seinni varð Villiam Emil Klein rikin av vølli. Innskiftarin fekk fyrst gult kort fyri film og tað seinna fyri at sparka bóltin burtur, eftir at rangstøða varð dømd ímóti honum. Eftir reglubókini kunnu bæði helst dømast, men samanlagt verður tað heldur tunt, og B68'arnir vóru í øðini. Eftir seinasta bríksl vísti dómarin Rúni Olsen eisini Jákupi á Borg reyða kortið fyri kjaftaslit. 

Við dramatiska 2-2 málinum hava bæði liðini trý stig. Tveir innanhýsis javnleikir innan eina viku - hetta kunnu ÍF og B68 ikki nýta til so øðiliga nógv, men tað er væl betri enn at tapa.

[object Object]Emil Pedersen leggur 07 Vestur á odda (Mynd: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)

[object Object]

(Mynd: jn.fo/Jóanis Albert Nielsen)

Eftir úrslitið er greitt, at EB/Streymur verður verandi yvir niðurflytingarstrikuni. Liðið hjá Sigfríði Clementsen spældi aftur ein tættan dyst í dag, har møguleikar og spæl vóru til meira enn úrslitið. Skerpni vantaði tó hjá EB/Streymi í Sørvági, har heimaliðið kom aftur á sigurskós.

07 Vestur var omaná fyrsta partin av 2. hálvleiki og fekk eisini løn fyri tað. Benni Braithwaite var vandamikil, og tað var Emil Petersen eisini. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleiki vann Julian Mouritsen bóltin í høgru síðu, 18-ára gamli vágamaðurin fann norska áleyparan, ið var ísakaldur.

Næstu 35 minuttirnar hevði EB/Streymur eina rúgvu at stórum málmøguleikum: Útiliðið rakti stongina, yvirleggjaran, 07 Vestur bjargaði á mállinjuni, og Sebastian John hevði stórbjarging. Inn vildi bólturin ikki, og hinvegin hóttu teir kviku hjá heimaliðnum. Í yvirtíðini varð dysturin avgjørdur, tá Emil Petersen fann unga danska miðvallaran Marcus Isager - 07 Vestur hevur 14 stig.

10. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, mánadagin 20. mai
 

ÍF - B68 2-2 (1-2)
15' Brian Jakobsen (Fríði í Túni Petersen) 0-1
40' Elvio Gelmini (Gundur Petersen) 1-1
45' Brian Jakobsen (Áki Johannesen) 1-2
90 (+4) Elvio Gelmini (Jhon Mena) 2-2

Reytt kort:Villiam Emil Klein (84' - seinna gula)

Uppstillingar, tøl og annað her

07 Vestur - EB/Streymur 2-0 (0-0)
56' Emil Grønn Pedersen (Julian Mouritsen) 1-0
90 (+1)' Magnus Isager (Emil Grønn Pedersen) 2-0

Uppstillingar, tøl og annað her

17.00:
HB - B36 (0-0)
Víkingur - NSÍ (0-0)

Í morgin, týsdagin 21. mai
19.00: Skála - KÍ

Støðan Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 24 stig
2. HB 24 stig
3. KÍ 21 stig
4. NSÍ 18 stig 
5. B36 14 stig
6. 07 Vestur 14 stig *
7. Skála ÍF 10 stig
8. EB/Streymur 4 stig *
9. B68 3 stig *
10. ÍF 3 stig * 

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder