Fótbóltur

Steingrím settur sum fyrisitingarfólk hjá Skála ÍF

30-ára gamli strandingurin fer 1. august í fulltíðarstarv hjá Skála, sum er í gongd við at menna fyrisitingarliga partin av felagnum. Steingrím Jacobsen skal hava ábyrgd av dagliga virkseminum hjá Skála.

Jóannes Prestá, formaður felagsins, og Steingrím Jacobsen, fyrisitingarfólk í felagnum. - Vit eru nú komin á mál við at gera fyrstu arbeiðslýsingina av starvinum, og vit gleðast eisini almikið um, at vit hava funnið tann rætta til hesa lyklauppgávu í okkara felagi (Mynd: Skála ÍF)

Jóannes Prestá, formaður felagsins, og Steingrím Jacobsen, fyrisitingarfólk í felagnum. - Vit eru nú komin á mál við at gera fyrstu arbeiðslýsingina av starvinum, og vit gleðast eisini almikið um, at vit hava funnið tann rætta til hesa lyklauppgávu í okkara felagi (Mynd: Skála ÍF)

2024-05-28 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Starvsnevndin hjá Skála Ítróttarfelag hevur seinasta árið arbeitt hóvliga við málinum at menna fyrisitingarliga partin av felagnum. Næsta stigið er at seta eitt fyrisitingarfólk í starv at hava ábyrgd av dagliga virkseminum hjá felagnum.

Soleiðis skrivar Skála í dag, í sambandi við at ein persónur er settur í fulltíðarstarv í felagnum. Hann skal taka sær dagliga virkseminum hjá felagnum.

- Vit eru nú komin á mál við at gera fyrstu arbeiðslýsingina av starvinum og vit gleðast eisini almikið um, at vit hava funnið tann rætta til hesa lyklauppgávu í okkara felagi. Frá 1. august í ár verður Steingrím Jacobsen fyrisitingarfólk hjá Skála ÍF. Steingrím er 30 ára gamal og fær læraraprógv um nakrar dagar.

Hetta sigur Jóannes Prestá, formaður hjá Skála ÍF.

Yvirskipað kemur fyrisitingarfólkið at hava ábyrgd av dagliga virkseminum hjá felagnum. Uppgávurnar verða bæði innan fyrisiting á skrivstovuni og praktiskar uppgávur, herav at samskipa kunning og tiltøk, umframt at verða bindilið millum nevndina og hjálparfólk.

Soleiðis lýsir Skála uppgávuna. Staðfest verður at talan var um eina drúgva tilgongd - eina tilvitaða drúgva tilgongd tí talan er um ein umráðandi part av víðarimenningini av felagnum. Tað er ein avbjóðandi javnvág at leggja lønta arbeiðsmegi afturat einum felagsskapi, sum í høvuðsheitinum verður borðin av sjálvbodnum arbeiði.

FSF hevur seinastu árini latið ymiskan stuðul til feløg, í samband við at styrkja fyrisitingarliga partin í fótbóltinum. Steingrím Jacobsen byrjar í nýggja starvinum 1. august.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder