Fótbóltur

Fjórðu ferð ímóti Andorra

Tvær spennandi uppgávur standa fyri framman hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hesum døgum. Og tann fyrra verður longu í dag, tá Andorra kemur á vitjan á Tórsvølli.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-31 07:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tríggir dystir, og tríggir føroyskir sigrar. Tað er úrtøkan, tá hugt verður eftir hagtølunum millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Andorra.

Fyrstu ferð okkara kvinnur royndu seg ímóti Andorra, var í innleiðandi EM-undankappingini fyri níggju árum síðani. Og tá var als eingin ivi, hvønn veg sigurin skuldi fara.

Við fýra málum frá Rannvá Biskopstø Andreasen, tveimum frá Heidi Sevdal, og hvør sínum máli frá Fríðrún Olsen og Lív Arge Poulsen, vunnu Føroyar 8-0.

í juni mánað fyri tveimum árum síðani spældi føroyska kvinnulandsliðið tveir venjingardystir móti Andorra, sum báðir endaðu við føroyskum sigri.

Í tí fyrra, sum var á Djúpumýru í Klaksvík, vunnu Føroyar 3-1. Málskjúttarnir vóru Mona Rasmusdóttir, Jensa Tórolvsdóttir og Heidi Sevdal.

Tríggjar dagar seinni møttust liðini á Tórsvølli, og við einasta málinum í dystinum syrgdi Sanna Svarvadal fyri, at Føroyar vunnu ein tepran 1-0 sigur.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Andorra fríggjadagin 31. mai verður bríkslaður í gongd klokkan 16:45.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Í sambandi við dystin bjóðar FSF ókeypis kaffi og køku til allar áskoðararnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder